Donald Trump hevur ein persón, sum blívur við at koma fram, tá amerikanski forsetin tosar um trupulleikarnar í USA.
Ein gjøgnumgongd hjá Reuters vísir, at Trump hevur nevnt viðkomandi minst 890 ferðir síðani 1. januar. Tað hevur hann gjørt á næstan 200 tiltøkum og samrøðum, umframt í umleið 190 uppsløgum á Truth Social.
Viðkomandi er undanmaðurin hjá Trump, Joe Biden, sum fór úr Hvítu Húsunum fyri 20 mánaðum síðani, skrivar MSN.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



