Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Uttanríkis- ig Fiskimálaráðið: Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, hitti í dag suðurkoreanska sendiharran, Dong Yeol Rhee, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.

Partarnir umrøddu møguleikarnar at menna tættari samstarv á ymsum økjum, so sum marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning, fiski- og sjóvinnu, tøkni, skipasmíð, snildhavnir o.a. Serstakliga varð føroyska ynskið um fríhandil umrøtt, og semja var um, at tað er ynskiligt at greiða gøtur fyri at lætta um fiskaútflutning til Suðurkorea.

Greitt er, at týdningarmiklir kappingarneytar hjá Føroyum hava tollfrælsi til suðurkoreanska marknaðin, og tískil er tollfrælsi fyri føroyskar fiskavørur eitt týdningarmikið mál. Hetta er ein tilgongd, ið arbeitt verður víðari við.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er jaligt, at áhugi er fyri at finna loysnir, og at vit síggja vilja hjá suðurkoreansku skipanini at fara inn í eina tilgongd við hesum fyri eyga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #