Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Koppsetingar fyri Korona
Spurningar:
1. Hvussu nógvar fráboðanir um hjáárin ella illgruna um hjáárin eftir covid-19 koppseting eru skrásettar frá føroyskum borgarum? Her verður hugsað um samlaða talið av fráboðanum, talið av álvarsomum fráboðanum, talið av innleggingum og talið av deyðsføllum, sum eru fráboðað í sambandi við møgulig hjáárin.
2. Hvussu nógvar kærur og umbønir um endurgjald vegna hjáárin og skaðar av koppseting fyri Korona hava heilsumyndugleikarnir í Føroyum og í Danmark móttikið frá føroyingum? Og hvørjum aldursbólkum og kyni eru tey raktu í, t.e., hvussu mong børn, hvussu mong vaksin, kvinnur ella menn?
3. Hvørjum viðvíkja í høvuðsheitinum hesar kærur og hesi endurgjaldskrøv, og hvussu mong av hesum eru viðgjørd og kannað nærri, og hvat gjørdust úrslitini?
4. Hvørjar upplýsingar um virknaðaróvissu og um kend og møgulig hjáárin var føroyski borgarin kunnaður um, áðrenn hesin varð koppsettur fyri covid-19? Verður mett, at kunningin til borgaran og hin koppsetta var nøktandi?
5. Hvussu varð tryggjað, at læknar og onnur heilsustarvsfólk fráboðaðu illgruna um hjáárin eftir covid-19 koppseting? Kann hugsast, at undirfráboðan kann hava verið?
6. Hvussu vórðu fólk, sum longu vóru koppsett, kunnað, tá nýggj hjáárin vístu seg, og trygdarupplýsingar og produktupplýsingar vóru dagførdar?
7. Hjartavødda- og hjartahinnubruni, eisini kend undir heitinum myokarditis og pericarditis, vórðu staðfest sum kend hjáárin eftir ávísar covid-19 koppsetingar. Hvussu nógvir tilburðir av hjartavødda- og hjartahinnubruna vórðu skrásettir í Føroyum árliga frá 2015 til 2025 í ymiskum aldursbólkum- og sæst nøkur broyting í hesum tølum eftir 2021?
8. Hava føroysku heilsumyndugleikarnir kannað, um broyting hevur verið í talinum av hjartasteðgum, hjartsláttarólagi ella øðrum álvarsomum hjartatilburðum eftir 2021 samanborið við árini frammanundan?
9. Hvussu nógvir tilburðir av blóðtøppum ella heilabløðingum eru skrásettir í Føroyum árliga frá 2015 til 2025? Sæst nøkur týðandi broyting eftir 2021 býtt eftir aldri og kyni? Um tølini vísa eina øking, er so kannað, hvørjar orsakir kunnu liggja aftanfyri?
10. Hava føroysku heilsumyndugleikarnir kannað, um broyting er farin fram í samlaða talinum av krabbameinstilburðum og í aldrinum, tá slíkir vórðu staðfestir, og um broytingar eru í einstøkum krabbameinssløgum, og aggressiviteti hjá krabbameinssjúkum eftir 2021? Fer slík kanning at verða gjørd, um hon ikki enn er?
11. Er tað møguligt – anonymiserað og innan karmarnar av dátuverndarlógini – at kanna langtíðar heilsustøðuna hjá koppsettum samanborna við heilsustøðuna hjá ikki koppsettum borgarum? Hugsað verður um samanbering av samlaðari deyðiligheit, hjartasjúkum, krabbameini, ovurviðkvæmis, neurologiskum- og øðrum álvarsomum sjúkum?
12. Fer landsstýrið at taka stig til eina óhefta føroyska eftirmeting av covid-19 koppsetingarátakinum? Ein slík eftirmeting kundi fevnt um virknaðin av koppsetingunum, kundi skrásett møgulig hjáárin, deyðiligheit, hjarta- og æðrasjúkur, krabbameinstøl, umframt langtíðar heilsuviðurskifti, kunningina til borgarar og skipanina fyri fráboðan og endurgjald.
13. Er ein skipað langtíðar uppfylging av føroyskum borgarum, sum hava fingið álvarsom ella drúgv heilsuárin eftir covid-19 koppseting, sett í verk?
Viðmerkingar:
Um størsta partin av fólkaræðisliga heiminum hoyrast harmaljóð frá fólkum, sum meta seg hava fingið hjáárin og skaða av umstríddu koppsetingini fyri covid-19, sum gjørdi nógv um seg frá á heysti 2019 og árini fram. Frásagnirnar eru um bæði stuttíðarárin, men eisini longrivarandi og kronisk hjáárin og skaðar.
Í Danmark vísa seinastu tølini frá 29. juli 2026, at danska Patienterstatningen hevur veitt endurgjald vegna skaða eftir koppseting til 372 persónar. Av hesum eru sjey børn millum 12 og 17 ár og tvey børn undir 12 ár. Íalt hava hesi níggju børnini fingið játtaðar 3.184.801 krónur.
Danska heilsumálastýrið mælti í juni 2021 til at koppseta børn millum 12 og 15 ár fyri covid-19, føroyska heilsuverkið fylgdi eftir í august 2021. Í november varð danska tilmælið víðkað til børn millum 5 og 11 ár og hesum fylgdi føroyska heilsuverkið eftir 15. januar 2022.
Hesi tilmæli, um koppseting av børnum, vórðu givin, hóast børn sjáldan verða álvarsliga sjúk. Tey vórðu givin við teirri grundgeving, at hetta kundi steðga smittuketum til foreldur og ommur/abbar.
Í dag mælir Heilsustýrið bert til covid-19 koppseting av fólki eldri enn 65 ár ella yngri við øktum vanda fyri álvarsamari sjúku.
Hjáárini, ið endurgjald er og verður veitt fyri
Eftir reglugerðum, lógum og treytum hjá Patienterstatningen, sum føroyingar bæði eru heimilaðir til og eiga rætt til at fáa endurgjald frá, verður endurgjald veitt fólki, ið hava fingið álvarsom hjáárin og skaðar av vaksinum. Endurgjald verður sostatt ikki veitt fólki fyri veik hjáárin ella fyri hjáárin, sum væntast skjótt at hvørva aftur.
Orsakirnar til, at vaksnir danir umfamt børn hava fingið endurgjald, fevna breitt, frá álvarsligum og sjáldsomum medicinskum hjáárinum og til reint fysiskar komplikatiónir, ið komust av sjálvum prikinum. Av hesum kunnu nevnast:
Álvarsligar hjarta- og æðrasjúkur:
• VITT-syndrom, ið er ein lívshóttandi samanrenning av blóðtøppum og lágum tali av blóðplátum.
• Hjartavødda- og hjartahinnubruni kend undir heitinum myokarditis og pericarditis.
• Heilabløðingar og blóðtøppar í heilanum ella øðrum týðandi organum.
Neurologiskar og autoimmunar sjúkur:
• Andlitslammilsi- tíðarbundin ella varandi (Bell's paresa).
• MOG-sjúka, autoimmun sjúka, ið kann volda ein sjálvvirknan bruna í heila, mønu ella sjónarnervu.
• Guillain-Barré syndrom: Autoimmun nervasjúka, ið elvir til vøddaveikleika og lamni.
Anafylaktiskir tilburðir:
• Álvarslig og varðandi notusótt, (urticaria útbrot) ið rakar húð og slímhinnur. Mekaniskir skaðar í arm og øksl eftir prikið:
• Nervaskaðar í øksl og arm, tí kanylan varð sett skeivt. T.e. stingskaðar, sum kunnu geva longrivarandi pínu og minkandi virkisførleika í armi.
Støða føroyinga
Alment hevur, heilt frá byrjan av koppsetingini, lítið og onki verið kunnað her heima um møguleikan fyri hjáárinum ella skaðum, heldur ikki eftir at tíðin við hópkoppseting er farin um bak. Heldur ikki hevur, mótvegis í grannalondunum, verið kunnað um kærumøguleikar, avgerðir av kærum ella um játtaði endurgjøld. Men millum manna, á sosialum miðlum v.m., hoyrast mong harmaljóð, bæði viðvíkjandi hjáárinum og skaðum og ikki minst viðvíkjandi truplum og manglandi kærumøguleikum.
«Tað er ongin í systeminum, sum vil hoyra nakað um, at tað er koppsetingin, sum hevur skyldina. Eg fái onga læknahjálp heldur. Men eg havi boðað frá í danska systeminum. Har kundi man melda skaðan inn og viðmerkja batch nr. á koppsetingini. Eg havi tó ongantið hoyrt nakað aftur».
Endurgivnu orðini omanfyri, sum eg, saman við daprari søgu, havi fingið váttað av kvinnuni sjálvari, eigur ung føroysk kvinna, sum gjørdist álvarsliga skadd av fyrstu av tveimum koronakoppsetingum.
Skaðanir og minkandi førleikarnir tykjast verða vorðnir kroniskir, hóast hon hevur fingið drúgva og umfatandi endurvenjing móti hesum. Hetta førdi m.a. við sær, at vælvirkandi familjan noyddist at selja hús síni og fáa nýggjan familjubústað til vegar vegna minkaða rørsluførleika hennara.
Afturvendandi og ódokumenteraða svarið frá flestu av teimum serkønu hevur sambart kvinnuni verið, at: «hetta hevur so onki við koppsetingina at gera». Men uppaftur verri og harmiligari er, sum hon skrivar í omanfyri endurgivna harmaljóði sínum, at onki svar er komið frá danska kærumyndugleikanum, sum hon annars varð víst til, nú ár eru liðin, síðani kæran varð send.
Somu harmaljóð hoyrast frá øðrum borgarum, sum hóast akuttar tilburðir hava havt trupult bæði við at verða viðgjørd og at fá hjálp til at kæra. Ein teirra varð beinleiðis biðin: »far nú ikki og loyp út í orð, at tað er koppsetingin, sum hevur skuldina í sjúku tínari», sum hann málber seg. Í hesum seinna førinum var talan um hjartaskaða, í tí fyrra um skaða á rørslulagið.
Ein triði persónur, kvinna, sum sbrt. henni misti mann sín vegna fylgju av koppsetingini, sigur m.a. frá sorg sínari á hendan hátt: «Eg fekk sjokk og trauma, og hesum livi eg við enn, 2,5 ár aftaná.... eg orki ikki meira at búgva einsamøll».
Endamálið við spurningunum er m.a. at fáa greiði á, hvørjari støðu føroyski borgarin er í viðvíkjandi kærumøguleikum, um nakað yvir- og eftirlit er við møguligum hjáárinum og skaðum hjá koppsettum føroyingum, og um tað er av tilvild, tilætlað ella av ósketni, at danski kærumyndugleikin ikki svarar føroyskari kæru.
Á Løgtingi, 22. september 2026
Jenis Kristian av Rana
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



