Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein
Politikkur

Skúlablaðið: “Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum.“ Tað stendur í samgonguskjalinum.

- Orðblindaøkið er eitt øki, sum liggur mær nógv á sinni. Fyri meg snýr tað seg bæði um næmingarnar og lærararnar. Vit mugu tryggja, at børn og ung við orðblindi fáa hjálpina tíðliga, røttu amboðini og møta einum skúla, sum í størri mun er tillagaður teirra tørvi.

- Samstundis mugu vit eisini skapa betri arbeiðsumstøður hjá orðblindalærarunum, so teir fáa tíð og møguleika at brúka sínar fakligu førleikar til annað enn bara kanningar og skrásetingar, sigur Bárður á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er sera jaligt, at Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur boðið út førleikagevandi skeiðið Lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindi og tøknilig amboð á masterstigi. Skeiðið hevur til endamáls at menna vitan og førleikar innan lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindi, inkluderandi orðblindaundirvísing, lesi- og skrivitøkni og vegleiðing og stuðul í verki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #