Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden
Lesarin skrivar

Fyri mongum árum síðani, í 80'unum minnist meg rætt, hoyrdi eg unga matimatikarin, nú havfrøðingin Boga Hansen nýta eina mynd í donskum sjónvarpi, í sambandi við kanning av Skálafjørðinum, sum hann helt sera lítið um. Myndatalan var, — endurgivin sum eg minnist hana:

Leggur tú høvdið inn í frystaran og føturnar inn í bakarovnin, so sigur miðalhitin einki um støðuna tú ert í.

Poengið var beinrakið. Eitt miðaltal kann vera rætt – og samstundis fjala ein nógv meira samansettan veruleika.

Júst tann áminningin kundi verið hóskandi at tikið fram aftur í dagsins sera eintáttaða veðurlagskjaki.

Tá vit hoyra um hækkandi miðalhita, hitabylgjur, turk, skógareldar, hitatengd deyðsføll og um ísin sum smeltar, eiga vit ikki bert at spyrja, hvussu miðaltalið flytur seg. Vit eiga eisini at kanna hvørjar mekanismur elva til støðuna vit skulu greina.

Miðalhiti er ein støðulýsing, og ikki í sjálvum sær ein orsøksfrágreiðing.

Breddin um veðurlagið – men hvar var breiddin?
Í Breddanum 25. august verður spurt, hvussu Evropa skal fyrireika seg til ein »nýggjan veruleika« við afturvendandi hitabylgjum. Víst verður á meira enn 40 hitastig, turk, skógareldar og fleiri deyðsføll av hita enn vanligt.

Hetta er eitt álvarsamt, stórt og fleirtáttað evni, sum eigur at verða viðgjørt breitt. Tí áðrenn vit kunnu siga, hvussu vit skulu laga okkum til ein »nýggjan veruleika«, eiga vit eisini at spyrja: Hvussu væl kenna vit orsøkirnar til veruleikan, vit skulu laga okkum til?

Hitadeyði – men hvat við kuldadeyða? Breddin ger vart við, at fleiri doyggja av hita enn vanligt. Tað er viðkomandi. Men tann 26. august 2026 kunngjørdi bretska Office for National Statistics eina nýggja uppgerð fyri 1988–2025. Í Englandi vóru mett 40.063 deyðsføll knýtt at teimum heitastu døgunum – men 138.944 at teimum kaldastu. Í Wales vóru tølini 2.070 móti 10.098.

Júst somu umstøður gera seg galdandi fyri hitastig, turk, skógareldar og ísin sum smeltar, og gerst myndin ein onnur, og munandi meira samansett, undrunarverd, illgrunasom og óunnilig, enn hon Breddin borðreiddi við, tók KVF og prátaði við óheftu serfrøðina, sum tilvitað ikki sleppur til orðana – sum er átaluvert sjálvsagt.

Bæði hiti og kuldi kunnu drepa. Tað er tí eisini viðkomandi at hyggja at avleiðingunum av grøna orkuskiftunum, tá hækkandi orkukostnaður kann gera tað trupult, serliga hjá eldri og fíggjarliga veikum húsarhaldum, at keypa dygdargóðar matvørur, og at halda húsini heit um veturin.

Svøríki, sum áður hevur verið eitt undangonguland á mongum økjum, hevur staðfest, eftir niðurlaging av fleiri kjarnorkureaktorum og skiftið til vindorku, har meginparturin av nýggju vindorkuni er farin á útlendskar hendur, at høgir orkukostnaðir hava rakt húsarhald so meint, at milliardir verða nú goldnar í el-stuðli. Samstundis verður virkað fyri at vent verður aftur til kjarnorku fyri at tryggja stabilar og kappingarførar el-prísir.

Hví gerst hitabylgjan afturvendandi?
Veðurfrøðingurin í Breddanum frá Veðurstovu Føroya, deild undir Vørn, gevur eina væl kenda frágreiðing fyri sjálva hitabylgjuna: Heit luft verður leidd úr Afrika og inn yvir Evropa, meðan eitt støðugt hátrýst heldur lágtrýstunum burtur. Luftútskiftið verður lítið, og hitin verður liggjandi.

Men frágreiðingin lýsir, hvussu henda hitabylgjan verður til – ikki hví hetta skal gerast eitt nýtt afturvendandi fyribrigdi. Tá boðskapurin samstundis er, at vit »skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári«, er nærliggjandi at spyrja Veðurstovu Føroya/Vørn: Hvat er fakliga grundarlagið undir hesi forsøgnini? – tó so, hyggur ein eftir broytta himmalhválvinum, tá fær ein ábendingar um svarið.

Alheims upphitingin er steðgað
Sólin er sjálv orkukeldan hjá veðurlagsskipanini. Henrik Svensmark og Nir Shaviv hava í áratíggju granskað sambandið millum sólvirkni, kosmiskar geislar, aerosolir og menning av skýggjum. Granskingin setur sjóneykuna á sjálvsagda náttúrliga drívmegi, sum als ikki fær rúmd í vanliga almenna verðulagskjakinum.

Svensmark-hypotesan, sum verður mett sannlík vísindaliga, har DTU hevur almannakunngjørt royndarúrslit frá granskingini, lýsir eina fysiska ketu í fleiri trinum, sum er fortreyt fyri menning av skýggjadropum.

Tá náttúrligu umstøðurnar, sambært óheftu serfrøðini, skuldu talað fyri fleiri kølandi skýggjum, er eitthvørt, sum ikki ruggar rætt: Hví sæst hetta ikki aftur í veðurlagnum í Evropa – hvat er sjónliga broytt í Evropa – hvar eru skýggini vorin av, sum skulu køla og bera okkum vætuna – og hví síggjast Cirrus skýggini taka yvir himmalhválvið yvir Europa?

Og vit kunnu eyðsýnt staðfesta fyri Europa, at:

  • Sólin – sjálv orkukjeldan – er har framvegis,

  • Heit luft úr Afrika inn yvir Europa er ikki eitt nýtt fyribrigdi,

  • Hátrýst og blocking eru somuleiðis ikki nýggj fyribrigdir,

  • Mongdin av skýggjum yvir Europa er í minking – tó tey skuldu mest sannlíkt verið í stórum vøksturi – og sólargeislingin við jørðina økist,

  • Og vit kunnu somuleiðis staðfesta við vissu, at økti hitin, við regluligum ófrættakendum hitametum, manglandi regni og øktum skógareldum í Europa, – kemur ikki burtur úr ongum!

Hvat er tað so sum hevur broytt javnvágina í Europa? Júst hesin spurningur, sum grundgevur fyri forsøgnini, "at vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári", skuldi av røttum vakt ans í Breddanum, – og millum vísindina á økinum – tá ein so víðfevnd og ófrættakend forsøgn verður borin almenninginum frá einum almennum stovni.

Hvør avgerð hvør sleppur til orðana alment
Her kemur ein annar óunniligur veruleiki undan kavi, í filminum »Climate - The Movie«, har Svensmark og Shaviv greiða frá, hvat hendi, tá teir komu við niðurstøðum um sólvirknið, og tess náttúruknýtta árin á veðurlagið, sum gekk ímóti ráðandi fatanini:

Svensmark: »It was like hell had broken loose, because of this work … And it completely changed my life«

Shaviv: »If you don't agree with the standard polemic, you become an outcast«

Svensmark greiðir eisini frá, at granskarar skrivaðu til eitt universitet og mæltu frá, at hann varð settur í starv. Í juli 2026 varð Henrik Svensmark sagdur úr starvi á DTU. Ein starvsfelagi hvørs granskingararbeiði í kosmiskari stráling, aerosolum og menning av skýggjum, greitt lýkur treytirnar fyri at vera í uppskoti til Nobel-heiðursløn.

Henrik Svensmark er dansk fysiker og tidligere forsker ved DTU Space. Han er internationalt kendt for sin teori om kosmisk stråling og skydannelse og dens mulige betydning for klimaændringer gennem historien.

»Faktisk er den globale opvarmning stoppet, og en afkøling er begyndt. Ingen klimamodel har forudsagt en afkøling af Jorden – tværtimod. Det betyder, at fremskrivningerne af det fremtidige klima er upålidelige«

Nir J. Shaviv er israelsk astrofysiker og professor ved Hebrew University of Jerusalem. Han har forsket i solens og kosmisk strålings rolle i Jordens klima og argumenterer for, at naturlige faktorer ofte undervurderes i klimamodeller.

»Min forskning har ført mig til den stærke overbevisning, at en stor del af opvarmningen faktisk ikke skyldes mennesker, men solens påvirkning«

Hetta eigur at fáa okkum at seta ein grundleggjandi spurning: Hvussu tryggja vit at universitetini geva rúm fyri gransking, sum kann koma til niðurstøður, ið ganga ímóti ráðandi veðurlagsfatanini?

 Eins týdningarmikil er spurningurin, settur KVF: Hvussu verður tryggjað, at KVF, eisini letur vísindaligu røddirnar sleppa til orðana, so almenna klimakjakið byggir á grundleggjandi vísindaligar meginreglur: opið kjak og frælsi til at leggja fram vísindalig úrslit, sjálvt um hesi ganga ímóti ráðandi veðurlagsfatanini?

GeoEngineering – og Kongaríkið Danmark
Veðurstova Føroya boðar frá, at vit skulu fyrireika okkum til ein »nýggjan veruleika« – men hvat liggur í hesum nýggja veruleika? – er hann als nýggjur? – og er hann einans kendur av teimum sum luttaka í DARPA fíggjaðu GeoEngineering verkætlanunum í Europa, millum hesi DMI í Danmark? – og hvat veit Veðurstova Føroya um upprunan til »nýggja veruleikan« í Europa, sum ikki er borin okkum?

Stjórin í ráðgevarafyritøkuni Techras, Frank B. Rasmussen, sigur seg longu í 2011 hava lagt merki til broytingar á danska himmalinum, sum hann sum royndur kappsiglari hevði serligar fortreytir fyri at eygleiða. Hetta var stutt eftir COP15 í Keypmannahavn í desember 2009, har geoengineering varð viðgjørt á fleiri side-events undir heitinum “Science, Research and International Governance of Geoengineering”.

Tað er í dag alment kent, at geoengineering er eitt veruligt granskingar- og tøknifrøðiligt øki. Undir heitum sum »Solar Radiation Modification«, »Stratospheric Aerosol Injection«, »Marine Cloud Brightening« og »Weather modification« verður arbeitt við møguleikum at ávirka strálingsjavnvág, aerosolir, skýggj og avfall. Fleiri av tøkniligu hugskotunum hava verið granskað í áratíggju, og nógv patent eru skrásett.

Hvørjar eru so flogstrípurnar og slørskýggini sum síggjast yvir Føroyum og meginpartin av Evropa, nærum dagliga, og sum áður, í flestu førum, hevur verið framt av flogførum, sum ikki síggjast á Flightradar24, – sum boðar frá hernaðarligum- ella ríkis tengdum virksemi? Tó, – í dag er alment kent, at civil flogfeløg kunnu luttaka í DARPA fíggjaðum verkætlanum, har tey lata kemisku evnini í teirra brennievni, sum ivaleyst er eitt kærkomi, men illkynjað, fíggjarligt ískoyti til raksturin.

Chemtrails flogstrípur og slørskýggj
Hví eru nøkur lond í Evropa vorin ein sjálvstøðug »Veðurlags-Hitaklokka« við manglandi vatnberandi skýggjum, hækkandi miðalhita, hitabylgjum, turki, skógareldum, hitatengdum deyðsføllum, – og hvat er eyðsæð felags fyri hesi lond?

Í Føroyum eru í fleiri ár skrásettar flogstrípur og slørskýggj, sum vera hangandi í luftini í rúma tíð og breiða seg.

Um atmosferisk geoengineering ella weather modification fer fram yvir og nær Føroyum, reisir tað grundleggjandi spurningar fyri bæði føroyskar og danskar myndugleikar: Hvør hevur givið loyvi? Hvør stendur fyri virkseminum? Hvat verður latið út? Hvat er endamálið? Og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera fyri veður, umhvørvi og heilsu?

Loftrúmið, flogferðslumálið og møguligt geoingeneering átak gera spurningin viðkomandi fyri Kongaríkið Danmark. Tí er neyðugt at fáa greiðu á, hvørjar upplýsingar føroyskir og danskir myndugleikar hava um virksemið í loftrúminum yvir og kring Føroyar.

Neyvar skrásetingar eru framdar í mong ár
Eins og nógv onnur í Evropa og USA havi eg í fleiri ár skjalprógvað sjónligar flogstrípur og teirra menning. Millum manna verða hesar flogstrípur nevndar »Chemtrails kemiskar strípur«, meðan vanligu flogstrípurnar hava meteorologiska heitið »Contrails – kondensstrípur«, sum undir røttum atmosferiskum umstøðum kunnu verða varandi og breiða seg til cirruslíknandi slør.

Á hippocrates.fo verður tí lagt fram myndatilfar úr Føroyum, Danmark og Portugal, sum skjalprógvar eitt einsháttað og felags átak, samskipað av DARPA, sambært heilsumálaráðharranum í US Robert F. Kennedy Jr.

Atmosferisk uppílegging nýtist ikki at vera loynd ella óskipað. Í statinum Utah verður »Cloud seeding« framt undir einari almennari skipan: endamálið er at økja um vatngoymslurnar, silvuriodid (AgI) verður nýtt, operatørar og arbeiðshættir eru reguleraðir, loyvi krevst, og virksemið skal kunngerast alment. Í 2026 verður harumframt kannað, hvussu nógv silvur kann sporast aftur í kava, vatni, jørð og tað sum er botnsett.

Atmosferisk uppílegging kann eisini bannast
Staturin Florida hevur lóggávu, við ásettari straffurammu, sum bannar ávíst tilætlað útlát/spjaðing av evnum í lofthválvið við endamáli at broyta veður, veðurlag, hita ella sólarljós. Harumframt eru fráboðanarkrøv knýtt at flogførum við útgerð, sum kann nýtast til slíka spjaðing. Florida Statutes §403.411 – Weather modification activities

Í 2023 boðaði mexikanska stjórnin frá, at solar-geoengineering-royndir ikki verða loyvdar á mexikanskum landaøki, eftir at ein amerikansk fyritøka hevði framt ófráboðaðar SO₂-ballónroyndir (SO₂ kann beina fyri toku og skýggjum). Stjórnin boðaði frá einari ætlan til at banna og steðga slíkum royndum.

Tað er júst hetta slagið av gjøgnumskygni, almenningurin eigur at kunna vænta, hvørja ferð evni tilætlað verða latin út í atmosferuna kring Føroyar.

Skulu vit ikki krevja gjøgnumskygni í Føroyum?
Far inn á LEINKJUNA, fá neyvari kunning og hygg at Chemtrails myndatilfarinum úr Føroyum, Danmark og Portugal.

Tá politisku skipanirnar og fjølmiðlar í Kongaríkinum, hóast óteljandi áheitanir, ikki tykjast vilja røra evnið GeoEngineering /Chemtrails – hóast fyribrigdið, sum greinin setur spurnartekin við, sæst á himmalhválvinum dagliga – verður við hesum heitt á tey ungu, miðnámsskúlarnar í Føroyum um at skipa eina temaviku um evnini, sum greinin viðger. Har eiga eisini óheft serfrøði og vísindalig sjónarmið, ið seta spurnartekin við ráðandi veðurlagsfatanina, at fáa rúmd til opið fakligt kjak.

Temavikan kundi endað við einum almennum pallborðsfundi, fyriskipaðum av miðnámsskúlunum, har umboð fyri flokkarnar á Løgtingi og føroysku fólkatingsumboðini luttaka.

Góðu næmingar, — tit skulu ikki trúgva mær. Tit eiga tó at lurta eftir tí, eg sigi. Tit skulu kannað tað sjálvi. 

Tað er soleiðis, vit fáa eitt opi, sakligt og meira mennandi samfelag — og tað er tykkara framtíð, tað snýr seg um.

Mourits M. Joensen
Hippocrates.fo

Hesin Breddin stuðlar undir uppáhaldið hjá svenska Jens Ganman: »Vit hava ongar journalistar vit hava aktivistar«

»En ting er sikkert - himlen i 2011 ser meget anderledes ud end i min barndom og ungdom«

Techras direktør Frank B. Rasmussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #