Neyðboð til 911 streyma út frá Camp East Montana í Texas.
Í fimm mánaðir hava starvsfólk á størstu varðhaldsleguni í USA fleiri ferðir um vikuna ringt eftir hjálp.
Grátur, pína og sjálvmorð
Tíðindastovan AP hevur gjøgnumgingið fleiri hundrað upptøkur millum septembur og januar, sum avdúka ein gerandisdag, sum er merktur av vónloysi og gremjan.
Ein maður grætur eftir at hava verið álopin av einum øðrum fanga.
Ein annar slær aftur og aftur høvdið í veggin eftir at hava víst á ynski um at taka sítt egna lív.
Ein kvinna við barn og koronasmittu klagar um ótolandi pínu í rygginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



