Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Útlánini hjá føroysku bankunum til húsarhald vóru 8,7 prosent størri í juli enn somu tíð í fjør.

Húsarhaldini læna fyrst og fremst til bústaðir, og bankarnir siga seg hava merkt størri eftirspurning eftir fígging í øðrum ársfjórðingi. Teir vænta eisini, at eftirspurningurin fer at vaksa í triðja ársfjórðingi, upplýsir Føroya Váðaráð.

Ráðið nevnir eisini, at rentuhækkingar kunnu raka húsarhaldini. Samstundis hevur dýrari olja fingið inflatiónina at vaksa aftur í øðrum ársfjórðingi.

- Hægri prísir og rentur minka um keypiorkuna hjá húsarhaldunum, og ráðið metir, at tað kann tálma nýtsluna komandi tíðina, sigur ráðið millum annað í seinastu frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #