Politiið fer nú at kanna orsøkina til, at eldur kom í eini hús í Sørvági í gjár.
Ein kona var í húsunum saman við fleiri børnum, tey sluppu øll út í øllum góðum. Men hóast ongin fólkaskaði var, so var materielli skaðin stórur, tí húsini sum eldur var í oyðiløgdust fullkomuliga. Eisini nøkur hús í grannalagnum fingu skaða av nógva hitanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



