Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í 2011 mælti eg til at leggja tunnilsfeløgini saman í eitt felag og lata tað byggja Eysturoyartunnilin, heldur enn at lata privata CIP byggja hann.

Eg mælti eisini til at samskipa heilsuverkið til eitt heilsuverk í hesum lítla landi okkara.

Eg misti politiskt høvdið av hesum.

Eg eri framvegis sannførdur um, at vit eiga at rationalisera almenna bygnaðin, har tað gevur meining. Men endamálið eigur at vera at fáa meira burtur úr okkara felags tilfeingi – ikki bara at fáa tølini í einum rokniarki at síggja betri út.

Hví skulu vit fara eftir menningarmøguleikunum hjá okkara ungu? Hvat er samfelagsbúskaparliga virðið av, at eitt ungt menniskja fær eitt ár afturat í 10. flokki til at mennast, búnast og finna sína leið í lívinum?

Og hvat kostar tað samfelagnum, um vit taka henda møguleikan frá teimum?

Talið av aðalráðum er somuleiðis eitt alt ov bíligt politiskt argument. Um vit veruliga vilja nakað við miðfyrisitingini, eiga vit at skipa hana eftir fakligum funktiónum, heldur enn eftir býti av politiskum sessum.

Onkuntíð kunnu seks landsstýrisfólk vera nóg mikið. Onkuntíð kunnu tólv vera neyðug. Tað veldst um politisku visiónirnar, uppgávurnar og tørvin á politiskari leiðslu.

Tað avgerandi er ikki talið á hurðum, har tað stendur landsstýrisfólk á.

Tað avgerandi er, hvussu væl samfelagið verður stýrt.

Eg eri so ómetaliga troyttur av, at menniskju verða gjørd upp í búskapartølum, uttan at vit gera tær neyðugu millumrokningarnar.

Búskapurin er eitt amboð til at menna samfelagið. Menniskju eru ikki eitt amboð til at fáa búskapin at ganga upp. Í øllum førum ikki í Excel arkinum.

John Johannessen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #