Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Tónleikur

Bólkurin var útgávuvirkin í 1998 – 2000, og var við á Rock í Føroyum 2 og á Vælskapt Brek útgávuni, men hóast bólkurin ikki gavst, men hevur spælt javnan, so kom støðgur í viðvíkjandi at geva tónleik út.

Men gongd er nú í aftur og í 2025 kom lagið «Sálarfrændi mín» og seinni «Leitar tú elskandi». Bæði løgini fingu góða móttøku.

Nú er 3. lagið úti.

Tað er lagið ”Bendar eru brýr”.

Hetta er kærleikssangur, ið snýr seg um, at um tað ikki altíð gongur sum ætlað, so er ikki altíð neyðugt at brenna sínar brýr, sum tikið verður til, men at onkutíð er vísast at benda sínar brýr, og ikki kvetta síni sambond, men finna loysnir.

Neil Joensen eigur lagið og Dagfinn Olsen orðini.

Í Hvarv eru Hjalmar Magnussen, sang og guitar, Dagfinn Olsen, bass, Neil Joensen, guitar og Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur.

Á útgávuni ”Brendar eru brýr» syngur Laila Carlsen kór og Hans Poulsen hevur framleitt, ljóðblandað og mastrað. Jón Einarsson tilgjørdi myndina, ið Bjartur Vest tók.

Tutl gevur út og er lagið á flest øllum talgildum stroymingartænastum.

Lagið kann hoyrast her: Lurta eftir Bendar eru brýr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #