Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Tiltøk

Vinnuhúsið: Vitlíki er eftir stuttari tíð vorðið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum fyritøkum og stovnum. Men eitt er at taka nýggju tøknina í nýtslu. Eitt annað er at tryggja, at hon veruliga skapar virði.

Hvussu nógv tíð kann sparast? Hvørjar uppgávur kunnu loysast skjótari og effektivari? Og hvussu vita vit, um íløgan í vitlíki í veruleikanum loysir seg?

Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi.

Robert R. Sivertsen er stjóri og ein av stovnarunum av Zakk, sum nýtir vitlíki til at automatisera toll- og handilsarbeiði. Hann fer at greiða frá, hvussu nýggj tøkni kann gera umsitingina skjótari, einfaldari og meira neyva.

Diana Gilstón er leiðari fyri HR, samskifti og kundatænastu hjá TAKS. Hon fer at greiða frá, hvussu TAKS brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu nýggja tøknin kann gera arbeiðsgongdir einfaldari og effektivari.

Kristian Eli Zachariasen er KT-stjóri hjá Bakkafrosti. Hann fer at greiða frá, hvussu Bakkafrost brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu tøknin kann gera arbeiðsgongdir skjótari og effektivari.

Les meira og melda til her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #