

Sjúrður Skaale á Facebook: Størsta sjónvarpsrásin í Belgia gjørdi fyri 2 árum síðani upptøkur til eina sendirøð um humor. Tey tosaðu m.a. við ein føroying á fólkatingi, sum tey høvdu hoyrt nýtti skemt í politiskum kjakum.
Tey spurdu m.a. um eg kundi siga eina føroyska skemtisøgu um danir. Tað bleiv hendan kenda um tjóðveldismannin, sum avgamal fór at læra seg latín :)
(Røðin bleiv ikki send fyrr enn í ár - og eg fekk leinki til hana í dag).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo