Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Politikkur

Um vit fyrst hugleiða eitt sindur um fólkaskúlan, so kunnu vit byrja við at hyggja í lógina um fólkaskúlan. Har kunnu vit m.a. lesa, at endamálið við fólkaskúlanum, í samstarvi við foreldrini, er at geva næmingunum møguleika at ogna sær vitan og kunning og førleikar at nýta ymisk viðkomandi amboð og arbeiðshættir, ið fremja menningina hjá tí einstaka. At vit skulu brynja næmingarnar til virknar viðspælarar í einum demokratiskum og frælsum samfelag. Tryggja, at einstaki næmingurin verður møttur, sæddur og hoyrdur í einum tryggum og læruríkum umhvørvi.

Og vit vita at trivnaður og fjølbroytni er ein fyritreyt fyri læring og at náa einum slíkum edlum máli, sum fólkaskúlin setur okkum. Skúlin skal soleiðis rúma øllum, tey sum hava tað lætt við skúla, teimum sum hava tað minni lætt, teimum sum tosa føroyskt, teimum sum tosað eitt fremmant mál og eisini teimum, ið einki mál hava.

Skúlin skal lofta øllum og leggja undirvísingina til rættis eftir førleika, menningarstigi og læringsmáli hjá tí einstaka.

Til at røkka hesum og fáa tryggja trivna og læring í skúlanum krevur tað samspæl í millum fakliga dygd, gott sosialt umhvørvi og gott samstarv millum skúla og heim. Tað krevur eisini at viðkomandi stovnar, ið vara av skúlanum og teimum ymsu uppgávunum, sum skulu loysast megna at samstarva um, játta neyðuga peningin til og tryggja bestu karmarnar til at skúlin í verki kann hava barnsins besta í fokus. Og gransking vísir eisini, at næmingar trívast best, tá teir eru partur av einum sosialum felagsskapi í einum tryggum og mennandi umhvørvi.

Til hetta skal fokus eisini seta á týdning av at lærarin hevur tíð til næmingin og leiðslur tryggja sínum starvsfólkum tryggar og góðar treytir og karmar at fyrireika seg og samstarva um námsfrøðiliga og didaktiska menning, sum eru avgerandi fyri dygdina í undirvísingini og relatiónini. Tað er sanniliga eisini umráðandi at leggja dent á, at foreldur eru ein ómetaliga týdningarmikil samstarvsfelagar hjá skúlanum og einstaka læraranum. Tá heim og skúli draga so línu, tá økist tryggleikin og trivnaðurin hjá tí einstaka barninum munandi. Tí er tað umráðandi at skúli og heim tosa, ikki bara stevna móti sama máli, men tosa sama mál og skilja hvønn annan.

Spurningur 1: Tað er brúk fyri fleiri lærarum í skúlanum til tvílæraraskipan
Um vit bara gera álit fyri at hava okkurt at gera og so leggja tað í skuffuna ella seta tað á eina hyll, so er tað lítið vert.

Ja, vit meta heilt víst, at vit eiga at taka tilmælini til okkum og raðfesta hetta politiskt við at fáa tað neyðugu fíggingina, sum skal til at gera eina neyðuga íløgu í okkara børn og ungu, sum samstundis væntandi kemur at minka um tørvin at seta inn við “eldsløkkjara” seinni.

Sjálvur havi eg arbeitt á ymsum skúlum og við og uttan tvílæraraskipan. Í skrivandi stund arbeiði eg í Skúlanum við Løgmannabreyt. Her arbeiða vit altíð saman tveir ella fleiri lærarar í einum flokki.

Eg síggi dagliga stórar fyrimunir við, at tað eru fleiri lærarar um flokkin. Vit hava við børn at gera, tey eru livandi og lívlig og ikki bara robottar ella nakað, sum skal passa í ein kassa. Tað er nærum ógjørligt at røkka, lofta og rúma øllum 24, ella í okkara føri, 48 næmingunum, um vit ikki tveir ella fleiri lærarar eru hjá.

Eg taki undir við, at vit skulu miða ímóti at hava tveir inni í flokkum við fleiri enn 12 næmingumfrá fyrsta og til og við 7 skúlaár.

Mínar egnu royndir eru at vit styrkja bæði fakligu og sosialu menningina tá tveir ella fleiri lærarar eru í stovuni. Tað fakligu dygdina og tann sosiala trivnaðin hjá næmingunum, tí lærararnir hava betri tíð til tann einstaka og hava møguleika at brúka styrkirnar hjá hvørjum øðrum.

Við fleiri "hendrum" í skúlastovuni ber betri til at rúma næmingum við ymiskum førleikum og serligum tørvi, uttan at tað gongur út yvir alla undirvísingina.

Tað kann eisini gera eitt betri arbeiðsumhvørvi, tá tað eru fleiri lærarar, sum kunnu deila uppgávur í millum sín. Tað kann minka um arbeiðstrýstið hjá tí einstaka læraranum og geva møguleika fyri tættari samstarvi og sparring. Hetta kann eisini vera við til at fyribyrgja strongd.

Skulu vit seta inn við víðkaðari tvílæraraskipan krevur tað allarhelst størri fíggjarliga játtan og fleiri útbúnar lærarar. Tað hevur ikki verið vilja í politisku skipanini at økja um fíggingina til fólkaskúlan.

Mín pástandur skal vera, at vit koma at síggja eina sparing uppá longri sigt, um vit gera eina íløgu í tvílæraraskipanina.

Hon kemur at minka um tørvin at seta inn við eyka tímum og stuðlum seinni í skúlaskeiðnum hjá nógvum næminum, tí vit koma at lofta nógvum av teimum børnunum, sum vit í dag ikki røkka ella megna at rúma í skúlanum, sum hann er skipaður í dag.

Spurningur 2: Flokslærarin er krummtappurin
Vit meina, at tað er neyðugt at menna hetta økið, tí krøvini til flokslæraran eru vaksandi og næmingarnir hava í dag fleiri ymiskar tørvir, sum skúlin so ella so má fyrihalda seg til. Tað kunnu vera sálarligar avbjóðingar ella annar serligur tørvur í mun til innlæring og annað. Tí mæla vit til at geva flokslæraranum meiri tíð (tímatal) til tann einstaka næmingin og foreldrasamstarv og at bjóða øllum lærarum, sum arbeiða sum flokslærarar og ynskja tað, at taka eftirútbúgvingarskeið á Setrinum innan relatións- og floksleiðsluførleika.

Vit kunnu siga at flokslæraraarbeiði er eina av kjarnuuppgávunum í fólkaskúlanum. Flokslærarin hevur heildarábyrgd av trivnaði og fakligu menningini og skal fylgja við samlaðu gongdini hjá næminginum, bæði tá ið tað gongur gott og minni gott.

Tað krevur eitt gott samband og samstarv við næming, ymsar viðkomandi stovnar og ikki minst foreldur. Flokslærarin er á ein hátt bæði umboðsmaður hjá skúla og næmingi og bindilið millum skúla og heim alt í senn.

Spurningur 3: Ótryggar setanir hjá lærarum
Sálarligt arbeiðsumhvørvi er ringt, tá lærarar í áratíggju eru í ongamannalandi og skulu søkja sítt egna starv umaftur og umaftur. Tað elvir til ótryggleika og kann eisini gera tað torført hjá starvsfólkahópinum at fungera væl saman, serliga um nógv útskifting er.

Sjálvur var eg leingi í tíðaravmarkaðum starvi. Eg bleiv liðugur at lesa í 2009 og tað gingu fleiri ár, áðrenn eg fekk fast starv. Tað var lítið hugaligt at sita uttan fast starv í eini fíggjarkreppu og stórum bústaðarláni.

Tað eigur ikki at vera neyðugt at søkja eftir so nógvum lærarum í tíðaravmarkaði størv um vit vita næmingatalið og tímatalið, ið vit hava at arbeiða við, men tað sær út til, at man má bara hugsa um eitt ár í senn. Vit verða noydd til at broyta hugsan og mannagongdir og leggja ætlanir fyri meir enn eitt ár í senn.

Okkurt ítøkiligt, sum vit kunnu gera er, at fremja betri langtíðarplanlegging hjá skúlunum grunda á næmingatal og læraratørv yvir eitt trý til fimm ára skeið, til dømis. Um játtanin frá landinum var meira støðug og ikki broyttist so nógv ár fyri ár, hevði tað givið skúlaleiðslunum betri grundarlag og møguleika at bjóða fleiri føst størv.

Um vit skulu hava eina góða tvílæraraskipan er tað eisini ein fortreyt, at hava fleiri lærarar í føstum starvi fyri at tryggja góðsku og yrkisføri.

Tað er politiska skipanin, ið skal gera karmarnar so góðar sum møguligt og tí er tað upplagt, at hetta verður nakað sum verður tikið upp nú samráðingar eru fyri framman. Lat okkum seta eitt mark fyri, hvussu leingi ein lærari kann vera settur tíðaravmarkað, áðrenn tað skal verða eitt fast starv. Eg skjóti upp, at tað er í mesta lagið tríggjar ferðir.

Spurningur 4: Næmingar av útlendskum uppruna
Uppliving í skúlanum er, at tað sum vit kunnu bjóða hesum næmingunum er ikki nóg gott. Tað er sera óheppið, at lærarar skulu ganga og hava ringa samvitsku av, at teir ikki hava nóg góðar umstøður og/ella førleika at taka ímóti og rúma hesum næmingunum.

Tá ein næmingur, sum ikki dugir føroyskt byrjar í skúla má skúlin gera eina meting av tørvinum hjá tí einstaka næminginum. Tað má gerast fyri at vita, hvussu nógvar tímar næmingurin hevur tørv á.

Allir skúlar sum fáa næmingar við tørvi á undirvísing í føroyskum sum annaðmál eiga at fáa neyðugu játtanina at hava ein móttøkuflokk umframt aðra skipaða undirvísing í smærri bólkum og einstaklinga undirvísing í føroyskum máli og mentan.

Fokus má vera á at hjálpa næmingunum at fáa ein gevandi og góðan gerandisdag í skúlanum saman við hinum næmingunum, hóast tey ikki hava føroyskt sum móðurmál.

Vit vilja fegin vera við til at raðfesta og skipa hetta øki í samráð við viðkomandi myndugleikar (land og kommuna) og teir fakbólkarnar, sum í dag taka sær av hesi stóru uppgávu.    

Rani Andrasson Skaalum
Miðflokkurin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #