Fyrst av øllum er umráðandi at staðfesta, at Føroyar fult og heilt gjalda fyri ALLA sjúkraviðgerð uttanlands; eisini í Danmark.
Tað øvugta verður ofta trúttað niður í okkum av sambandsvonginum: at vit ikki gjalda sjálvi, at tað er partur av blokkinum ella at okkara heilsuverk hevur fíggjarligan fyrimun av ríkisrættarligu støðuni og danskari miskunn.
Tað er blóðskeivt!
Vit rinda FULLAN prís fyri allar tær tænastur, ið vit keypa í danska heilsuverkinum. Vit gjalda eisini fyri ferðing og fyri at hýsa sjúklingum uttanlands; ofta við fylgjara. Og tað er gott, tí sjálvandi skulu vit rinda okkara egnu rokningar.
Í einum innslagi í Degi og Viku í síðstu viku vóru hagtøl á skíggjanum, ið vístu, at vit eru aftast í Norðurlondum, tá talan er um at vera á lívi fimm ár eftir, at krabbi er staðfestur.
Hetta er ein syrgilig staðfesting og læknastjórin, Tummas í Garði, vissaði um, at arbeitt verður við at bøta um støðuna.
Tað, sum loypur í eyguni er, at næstaftast, beint framman fyri okkum, er tað danska sjúkrahúsverkið. Og hagar velja vit, av øllum, at senda so gott sum allar okkara sjúklingar.
Vit dúva í stóran mun uppá at keypa sjúkraviðgerðir uttanlands. Serliga, tá talan er um sjúkur, ið tað nátúrliga eru fáir tilburðir av, orsakað av lítla fólkatalinum.
Vit keypa okkum atgongd til royndar serfrøðingar, sum dagliga viðgera nógvar sjúklingar við somu sjúku.
Hóast tað er dýrt, trupult og langt at fara, so kann hendan støðan vera ein stórur fyrimunur, tí eru vit skilagóð og ikki ov vanabundin, so skuldi borið til at broderað seg til tær bestu viðgerðirnar í grannalondunum. Øll Norðurlond hava neyv hagtøl, og vit kunnu sostatt keypa tað besta av øllum hillum.
Bestu krabbameinsúrslit hava forrestin sviar.
Sambært Google Maps tekur tað 28 minuttir at koyra frá flogvøllinum í Kastrup til “Skånes Universitetssjukhus”, og tað tekur 26 minuttir at koyra til “Ríkissjúkrahúsið”.
Neyvan er tað fyri at spara tveir minuttir, at vit velja at senda allar krabbasjúklingar til ringasta sjúkrahúsverk í Norðurlondum.
So hví gera vit tað?
Hví keypa vit ikki tað besta?
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



