Skúlablaðið: Ført verður m.a. fram, at tíðin er farin frá donskum. Alt er á enskum í dag, og øll duga jú enskt. Tí er danskt ikki neyðugt at duga longur og er fyri tað mesta bert tíðar- og orkuspill, halda summi. Hví ikki gera sum íslendingar, har tey klára seg fínt við stórtsæð bara at duga og nýta enskt sum einasta fremmandamál, verður eisini spurt um.
Til tað er at siga, at svarið fyri mong, serliga okkum nakað tilkomnu, er sjálvsagt, men eisini eitt sindur ræðandi, tí spurningurin nú verður ikki bara spurdur oftari enn fyrr. Nú verður meira beinleiðis spurt, um danskt gevur meining at læra í heila tikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



