Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Flogvinnan

Fyrstu upptøkurnar frá svarta kassanum í Air India flogfarinum sum datt niður stutt eftir fráferð 12. juni eru komnar undan kavi. Tær vísa, at pumpurnar til brennievnið slóknaðu stutt eftir fráferð.

Á upptøkunum hoyrist annar piloturin spyrja hin, hví hann sløkti fyri brennievninum, men hin svarar, at tað hevur hann ikki gjørt. Tað eydnaðist manningini annan motorin aftur í gongd, men ov seint.

Tað skrivar dr.dk.

Flogfarið var á veg úr Ahmedabad í Gujarat landslutinum í India við kós ímóti London. Øll uttan eitt av teimum 242 fólkunum umborð lótu lív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #