Óttast ikki, at lívið einaferð endar. Óttast heldur, at tað ongantíð byrjar
- Grace Hansen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Óttast ikki, at lívið einaferð endar. Óttast heldur, at tað ongantíð byrjar
- Grace Hansen
Mentan

Í kvøld verður kunngjørt, hvør av teim 22 filmunum fær Gylta Pálmin, Palme'd Or, í Cannes.

Árliga filmstevnan, sum er hin 79. í røðini, verður í miðlunum søgd at vera hin besta og fremsta, at meta um altjóða støðuna í filmsgerð beint nú. Í ítróttahøpi kundi verið sagt, at hetta er heimsmeistarakappingin í listagreinini filmur.

Her er eitt yvirlit hjá danska tíðarritinum, Ekko, sum hevur fingið átta altjóða ummælarar at geva støðumet fyri teir 22 filmarnar, sum eru í høvuðskappingini.

Semja tykist vera um tríggjar filmar, sum sambært ummælarum hjá tíðarritinum, liggja best fyri í høvuðskappingini.

Teir eru fransk-lettiski-týski filmurin "Minotaur" hjá fremsta russiska leikstjóranum Andreï Zvyagintsev, pólsk-týski filmurin "Fatherland" hjá fremsta pólska leikstjóranum Paweł Pawlikowski, og so filmurin "Fjord", sum rumenski leikstjórin Cristian Mungiu hevur gjørt. "Fjord", sum er um tilflytarar í Noregi, er ein samframleiðsla millum londini Rumemia, Noreg, Danmark, Finnland, Frakland og Svøríki.

Fylg við her

Her er heimaíðan hjá filmsstevnuni í Cannes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #