Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður 
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum 
Evni: Tøk vaktar- og bjargingarskip

Spurningar: 
1. Er tað rætt skilt, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni?

2. Um so er, hvussu leingi fer henda støðan at vera, og metir landsstýrismaðurin tað vera nøktandi?

3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi bjarging og eftirliti kring Føroyar nú og í komandi tíðum?

Viðmerkingar: 
Føroysku vaktar- og bjargingarskipini Brimil og Tjaldrið hava stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð bæði í sambandi við eftirlit og bjarging. Samstundis eru hesi skipini eisini týdningarmikil í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- og trygdarspurningum.

Semja tykist vera um, at annað skip eigur at koma fyri Tjaldrið, sum er meira enn 50 ára gamalt, men enn eru ikki ítøkilig stig tikin.

Tí hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Tó hevur verið greitt í eina tíð, at Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum árinum, og ikki er tað í løtuni.  

Nú frættist, at Tjaldrið heldur ikki er tøkt sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni. 

Á Løgtingi, 21. august 2026 
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #