Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Røðan hjá Beinir Johannesen, løgmanni, á tingið í dag.

Fólkið hevur talað, og hvør einstakur á hesum høga tingi skal nú undir at umsita valdið, vit hava fingið ábyrgdina av.

Tað er okkara skylda – hvønn einasta dag - at minnast til, at valdið liggur hjá fólkinum, og vit umsita tað vegna fólkið fram til komandi val.

Tað krevur eyðmýkt.

Virðing.

Og at vit eru búgvin at taka avgerðirnar – smáar sum stórar - sum Føroyar hava tørv á.  

Sprotar tú blokkpolitikk, fært tú svarið, at tað er “fast samstarv ímóti ávísum øðrum flokkum”.

Í dag er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki. Uttan blokkpolitikk.

Eitt tíðarskeið uttan útihýsing og við opinleika.  

Ein breið samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin sær dagsins ljós.

Og tað er ein staðfesting av, at í politikki má samstarv vera ein hornasteinur í arbeiðinum.

Mín persónliga vón er, at endamálið við breiðu samgonguni smittar yvir á alt løgtingið, so vit øll standa saman um enn fleiri mál enn vanligt.

Eg haldi eisini, at hetta valstríðið hevur verið øðrvísi enn onnur valstríð.

Tað var í størri mun ein leitan eftir samstarvi heldur enn stríði.

Men tá fólkið velur, velja tey ikki, um vit samstarva væl ella minni væl.

Tað er upp til okkum, tað er okkara ábyrgd, og eg vil eisini siga, at tað er okkara skylda.

Tí soleiðis endurspegla vit best samfelagið, vit liva í. 

Og tað er dýrabært, hetta samfelagið. Vit hava framíhjárættin at umboða eitt sterkt samfelag við góðari savningarmegi.

Á mongum økjum eru vit undangonguland – bæði í vinnu og vælferðartænastum.

Men tað er trupult at blíva nummar eitt uttan áhaldandi at stremba eftir betri úrslitum.

Tað er tí við arbeiðssemi og greiðum málsetningum, at vit fara undir eitt nýtt valskeið.  

Tað eru mong mál, vit kunnu finna breiðar semjur um.

Skal eg nevna eitt, so er tað at skapa bestu fortreytirnar fyri, at føroyingar velja Føroyar.

Umstøðurnar í Føroyum eru ikki tær somu sum aðrastaðni. Og tað er ikki vist, at tær skulu vera líka.

Tað eru eyðsæddir fyrimunir í Føroyum, sum als ikki finnast rundan um okkum.

Megna vit at finna røttu javnvágina millum eftirspurdar umstøður og natúrligar fyrimunir, megna vit eisini at fáa allar føroyingar at støðast í Føroyum.

Sum nýggjur løgmaður vil eg takka hjartaliga fyri álitið, sum mær er givið, og ynskja øllum tykkum bestu eydnu og Guds signing við løgtingsarbeiðinum komandi árini.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #