Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King
Tekstlýsingar

Vælkomin til Roðaleikir í Roðanum 2026. Dagurin verður hildin 23. apríl í Bylgjuni í Runavík frá kl. 10.00 til 14.00.

Talan er um ein dag, har heimabúgvandi pensjónistar, ið búgva í teimum trimum kommununum, Nes, Sjóvar,- og Runavíkar kommunu, hava møguleika at luttaka í einum stuttligum og virknum degi, har lið kappast ímóti hvørjum øðrum.

Kappingarnar verða ymiskar og fjølbroyttar, men endamálið er fyrst og fremst at fáa ein góðan og stuttligan dag saman.

Nakrar uppgávur verða loystar í felag sum lið, meðan aðrar krevja, at ein á liðnum roynir seg, meðan hini stuðla.

Tit fara millum annað at royna tykkum við at sláa seym, minnast ymisk ting, kasta og lofta – og sjálvandi verður eisini ein stuttlig stafett.

Ábit verður á middegi og vinnandi liðið verður kosið.

Kostnaður fyri luttøku er 100 kr.

Luttøka:
Vinarliga boða frá luttøku við at senda teldupost til brynhildn@rodin.fo við navni, bústaði og telefonnummari ella ringja á tlf: 478362, innan 16. apríl 2026. Um tú ynskir at vera á liði saman við einum, tú kennir, kanst tú viðmerkja tað, tá tú meldar teg til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #