Trívist tú við einum arbeiðsdegi, har tú kemur runt á ymisk støð og fær
fjølbroyttar reingerðaruppgávur?Vit leita eftir ábyrgdarfullum og
nærløgdum reingerðarfólki til reingerð av privatum bústøðum,
summarhúsum og øðrum ognum í Vágum og Suðuroy.
Talan er um tímalønt starv áleið hálva tíð, men við møguleika fyri meira.
Arbeitt verður í høvuðsheitum í dagtímunum gerandisdagar,
tó kann roknast við arbeiði onkur vikuskiftir.
Arbeiðsuppgávur
Eingin dagur er eins, og tú verður partur av einum eldhugaðum toymi,
sum raðfestir trivnað og góðar arbeiðsumstøður.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
-
Reingerð av privatum bústøðum og øðrum ognum.
-
At tryggja góðsku og eitt høgt støði innan reinførið.
Tú
Tær dámar væl at gera reint, er fyrikomandi og hevur eitt skipað arbeiðslag.
Tú skilur týdningin av at fylgja mannagongdum og strembar eftir at
veita ta best møguligu tænastuna til gestir og kundar annars.
Krav til umsøkjarar er koyrikort.
Setanarviðurskifti
Starvið er skipað undir Vert. Arbeiðsuppgávurnar verða framdar í samstarvi
við Reingerð.fo, sum er partur av Vert.
Høvuðsskrivstovan er á Hjalla 7B í Hoyvík, og tú kemur at arbeiða úti á
okkara ognum í Vágum ella Suðuroy.
Løn og setanartreytir eru sambært Gistingarhús- og Matstovusáttmálanum
hjá FA, HA, KAK og KAM.
Umsókn og freist
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á
julianna(at)vert.fo ella ringja á tlf. 229961.
Samrøður verða hildnar leypandi, og tískil er tað eitt gott hugskot at
søkja skjótast gjørligt.
Freistin at søkja er 22. apríl.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Juliannu Tórunnardóttir, stjóra hjá Reingerð.fo, á tlf. 725022.
Um Reingerð.fo
Reingerð.fo bjóðar professionella reingerð til privat, vinnu og aðrar kundar kring Føroyar.
Vit leggja dent á góðsku, álítandi tænastu og trivnað hjá starvsfólki og kundum.
Reingerð.fo er partur av Vert.
Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 17.000
gestum í 2025.
Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum,
við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum.
Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



