Veðrið í dag og orðið vár hava nokk ikki so nógv við hvørt annað at gera í hugaheiminum hjá teimum flestu.
Men í dag er várjavndøgur, og summi siga, at í dag byrjar várið. Tað gamla føroyska er annars, at fyrsti várdagur er 22. februar.
Sólin stendur nú beint yvir miðjarðarlinjuni (ekvator), og allur heimurin fær harvið næstan líka nógv ljós og myrkur, og nátt og dagur eru líka long, umleið 12 tímar hvør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



