Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-030/2026 frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um skelting av hámarksferð á landsvegnum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at taka stig til, at Landsverk setir upp skelti við 80 km/t, tá ein staðbundin lægri hámarksferð, eitt nú 60 km/t, endar, og almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t?
2. Verður kannað, um verandi skelting hevur við sær, at skeltalesing og Intelligent Speed Assistance (ISA) í nýggjari bilum framhaldandi vísa eina hámarksferð á t.d. 60 km/t, eftir at komið er inn á vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t?
3. Verður mett um, hvørt hetta kann hava ávirkan á framkomuleika og ferðslutrygd, eitt nú tí bilar koyra munandi spakuligari enn ferðslan annars, við møguligum bíðirøðum og fleiri yvirhálingum sum avleiðing?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at biðja Landsverk endurskoða føroysku mannagongdina fyri skelting av hámarksferð, eisini við atliti at skeltingini í grannalondum okkara?
Svar til spurning 1
Sambært § 48, stk. 3 í ferðslulógini eru tað Landsverk, sum vegamyndugleiki, og løgreglan, sum ferðslumyndugleiki, sum í felag avgera, hvussu skelting verður skipað fram við landsvegum.
Skelting fer fram sambært kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar. Umframt ásetingarnar í føroysku kunngerðini verða danskar vegleiðingar vanliga eisini nýttar í sambandi við uppseting og staðseting av skeltum. Hetta kann eitt nú vera vegleiðingar um stødd og staðseting av skeltum, hædd yvir vegi, frástøðu millum skelti og onnur viðurskifti, sum hava týdning, tá skelti verða sett upp.
Kanningar eru gjørdar av, hvussu væl bilførarar síggja og leggja merki til skelti, og tær benda á, at ov nógv skelti kunnu hava við sær, at bilførarar ikki í nóg stóran mun leggja merki til skeltini. Hetta er ein av orsøkunum til, at Landsverk og løgreglan hava sum meginreglu, at bert skelti, sum verða mett neyðug, verða sett upp.
Sambært § 12, stk. 2 í kunngerð um ferðslumerkingar eru forboðsskelti, sum m.a. eru
ferðavmarkingarskelti, galdandi fram til næsta vegamót, um annað ikki er tilskilað. Hesi skelti kunnu eisini avmarkast við einum undirskelti, sum t.d. tilskilar, at forboðið er galdandi á einari ávísari vegalongd. Tí er tað vanliga ikki neyðugt at seta serligt skelti upp fyri at vísa, at ein ferðavmarking er endað. Tá avmarkingin ikki longur er galdandi, er hámarksferðin á 80 km/t aftur galdandi.
Svar til spurning 2
At kalla allir nýggir bilar hava eina ISA skipan (Intelligent Speed Assistance) ella eina TSR skipan (Traffic Sign Recognition), sum við kamera og innløgdum kortum kann vísa bilførarum, hvør hámarksferðin er á vegnum.
Ein av avbjóðingunum við hesum skipanunum er, at eingin felags loysn er. Tey ymsu bilmerkini brúka egnar skipanir við egnum dátagrunni við eitt nú skeltum, og tí er ymiskt, hvørji skelti bilarnir kenna. Í Føroyum eru fleiri serføroysk skelti, sum fleiri bilar ikki kenna, tí skipanirnar eru ikki dagførdar við føroyskum skeltum.
Skipanirnar hjá summum bilframleiðarum hava betri skipanir, sum eisini kenna tey serføroysku skeltini og vita, at skeltini kunnu halda uppat við eitt vegamót.
Av tí at skipanirnar eru so ymiskar, er trupult hjá Landsverki at loysa henda trupulleikan bara við skelting. Skipanirnar byggja á eitt talgilt kortgrundarlag, og nógv brúka kortini á Google.
Hesi kort hava upplýsingar um ferðmørk innbygd. Ein møgulig loysn kundi tí verið at brúkt kortal.fo sum grundarlag har hesi data vóru tøk. Hetta krevur tó, at bæði land og kommunur dagføra kortini. Tá ið broytingar verða gjørdar, verða tær eisini rættaðar á talgildu kortunum.
Royndir vísa tó, at tað kann verða trupult at fáa fyritøkur sum Google at leggja tílíkar upplýsingar inn í sínar skipanir, men um tað kann tryggjast, at rættar og dagførdar upplýsingar eru tøkar, er tað møguliga ikki óhugsandi at fingið eitt nú Google at brúkt tær.
Svar til spurning 3
Tað eru ikki gjørdar ítøkiligar kanningar av, hvussu hetta ávirkar ferðslutrygd og framkomuleika. Landsstýrismaðurin er tó samdur í, at hetta kann hava óhepnar støður við sær, sum eiga at verða loystar, um bilar t.d. koyra spakuligari enn ferðslan annars.
Svar til spurning 4
Landsstýrismaðurin er sinnaður at kanna nærri, um tørvur er á at endurskoða mannangongdina fyri skelting av hámarksferð, eisini við atliti at skeltingini í grannalondum okkara.
Landsstýrismaðurin er eisini sinnaður at kanna, um til ber at fáa omanfyri nevndu loysn, har talgild kort verða framleidd, sum bilaframleiðarar kunnu brúka í teirra skipanum, soleiðis at tær m.a. vísa røttu hámarksferðina í bilunum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



