Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Dagurin í gjár var ein góður dagur, eg slapp aftur á skúlabonk – eina løtu.

Tað var sera áhugavert at taka lut í tiltakinum hjá Føroya lærarafelagið á Eysturskúlanum og hoyra  eldhugaðu lærararnar greiða frá tilboðum, kørmum og ynskjum fyri fólkaskúlan.

Takk fyri tað!

Seinnu árini er minni dentur lagdur á at læra uttanat. Sum næmingur vart tú tilskundaður til heldur at duga at leita tær vitan, í tí løtu tú fært brúk fyri tí. At “googla” ymiskt hevur í rúma tíð verið mátin at gera tað uppá.

Tí var eg glað um at hoyra, at uttanatlæra aftur fer at verða raðfest í fólkaskúlanum.

Tað er í lagi at taka nýggj rák til sín og eisini at bakka aftur, tá tað verður mett at vera skilabest.

Løtan byrjaði við morgunsangi, sum er sera gagnligt fyri heilan og minnið. Heilagranskarar vísa á, at heilanum dámar endurtøkur og rutinur. Hava vit ein vælfungerandi heila, tola vit betur, um netsambandið skuldi verið burtur eina løtu, ella undir trýsti, sum hendir av og á.

Heilanum tørvar ikki streym ella netsamband fyri at virka, sum hann skal.

Vit eiga politiskt at stuðla uppundir, at tey, sum taka ábyrgd fyri at læra næsta ættarliðið, eisini sjálvi hava góðar umstøður til at eftirútbúgva seg.

Tað er alneyðugt at fylla á hjá sær sjálvum fyrst.

Í Føroyum eru nógvir útlendingar, sum mugu leggja seg eftir at læra føroyskt, fyri veruliga at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Tað krevur raðfesting og fígging, tí í Føroyum vilja vit framhaldandi tosa føroyskt.

Anna Margretha Otthamar
Valevni fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #