Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Innlendis ítróttur

Fimleikur.fo: Tað er ikki bara í fótbólti, at ÍF Føroyar nú ger um seg. Fimleikur er eisini blivið partur av felagnum, og um vikuskifti eydnaðist tað ÍF Føroyum at vinna Sælandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki.

Kappingin var í Køge, og tá avtornaði fekk ÍF Føroyar 15,95 stig – eitt stig frammanfyri nummar 2.

Í ÍF Føroyum eru øll tey estetisku fimleikafeløgini í Føroyum umboðað, og til kappingina um vikuskiftið var liðið mannað við: Miriam J. Johansen, Sandru Hansen, Sunnvá Weihe Johannesen og Rósu á Lógv úr Støkk, Fíu Smith og Barbu á Brúnni úr Havnar Fimnleikafelag, og Helenu Guttesen úr Ljósinum.

Venjarar vóru Maria Jacobsen úr Ljósinum, Debora Mikkelsen, ið hevur verið virkin bæði í Støkk og í Flog, Tóra Norðá úr Klaksvíkar Fimleikafelag, og Bára Justinussen úr Havnar Fimleikafelag.

Undirtøkan fyri fimleikinum í ÍF Føroyum er góð. 35 fimleikarar eru virknir í felagnum, og tvær ferðir um vikuna møta eini 15-20 kvinnur til venjing í eini fimleikarhøll á Oyrasund studentagarðinum á Amager.

Talan er um íðkarar, ið hava verið virknir í føroyskum fimleiki, men sum í løtuni eru í Keypmannahavn í lestrarøðrindum.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku, og bestu eydnu víðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #