Fyri 10 árum síðani vóru 160 filipinarar í Grønlandi. Í dag eru teir 1300 ella nærum átta ferðir fleiri. Teir koma til Grønlands fyri at arbeiða, og saman við tailendarum eru nú 1900 asiatar í Grønlandi, har teir geva sítt íkast til arbeiðsmarknaðin og harvið búskapin.
Tí eins og í Føroyum er eisini stórt trot á arbeiðsmegi í Grønlandi.
- Teir eru góðir og stabilir meðarbeiðarar, sigur stjórin á Hotel Hans Egede í Nuuk, Jørgen Bay-Kastrup við dr.dk um útlendsku arbeiðsmegina.
Hann vildi fegin sett grønlendarar í starv, men har er ongin áhugi.
Asiatarnir forvinna líka nógv uppá tríggjar dagar í Grønlandi, sum teir gera ein heilan mánaða í heimlandinum.
Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya høvdu umleið 7% av starvsfólkunum í Føroyum ikki bústaðartilknýti við ársbyrjan í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



