Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-092/2025 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um kostnaðin av grønum stuðulsskipanum.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

3. Hvussu nógvir el-, vetnis- og hybridbilar eru seldir, síðani stuðul er latin til hesar og tey 5 árini undan, býtt á ár?

4. Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum at lata el- og vetnis bilum lægri vektgjøld, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk?

5. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum og jarðhitaboringum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

6. Hvussu nógvar hitapumpur eru seldar, og hvussu nógv jarðhitahol eru boraði, síðani stuðul er latin til hetta og tey 5 árini undan, býtt á ár?

7. Hvussu nógv metir Fíggjarmálaráðið, at allar tær grønu stuðulsskipanirnar hava kostað landskassanum, frá tí at tær blivu settar í verk til dagin í dag?

8. Allar grønar stuðulsskipanir vera fasaðar út, undantikið stuðulin sum el- og vetnisbilar fáa í vegskattinum. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað við hetta?

Svar:
Til nr. 1 Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at stuðla el-, vetnis- og hybridbilum við afturbering av meirvirðisgjaldi er vístur í talvu.

Viðmerkjast skal, at beinleiðis kostnaðurin, sum er vístur í talvu 1, vísir ikki neyðturviliga samlaða kostnaðin netto fyri landskassan, sammett við um landskassin ikki hevði stuðlað elbilum yvirhøvur. Til ber ikki at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldinm høvdu verið, um ongar tílíkar stuðulsskipanir vóru, tí til ber ikki at siga, hvørjir bilar høvdu verið seldir, um elbilar ikki vórðu stuðlaðir við afterbering av meirvirðisgjaldi.

Víst verður eisini til skrivligan fyrispurning nr. 52-052/2023.

Les alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #