Valið nærkast, og aftur hoyra vit somu tónar: Skattalætti og serstøk kor skulu lokka tey ungu heim eftir loknan lestur.
Tað er gott, at fólk útbúgva seg, men vit mugu spyrja: Er akademiseringin farin út um mark?
Vit tosa nógv um manglandi arbeiðsmegi og útlendska arbeiðsmegi, men sannleikin er, at vit útbúgva okkum burtur frá tí praktiska arbeiðnum.
Sum ein, ið hevur siglt sum trolbassi í 34 ár, síggi eg gongdina: Handaliga serfrøðin, sum Føroyar vóru heimskendar fyri, er við at doyggja út. Tað er næstan ómøguligt at finna ungar føroyingar til deksarbeiði í dag. Minst til javnvágina: Øll kunnu ikki sita í almennu umsitingini við høgum útbúgvingum.
Um øll umborð á einum trolara eru skiparar, hendir einki arbeiði á dekknum. Vit hava brúk fyri fleiri "indianarum" og færri "høvdingum".
Haldføri og ábyrgd
Haldføri er einfalt: Vit mugu ikki brúka meira, enn vit forvinna. Tað er skeivt støðugt at herja á tann vanliga føringin og føroyska sjómannin fyri at fíggja eina vaksandi umsiting. Tá inntøkan hjá einum húsarhaldi fellur, má man minka um útreiðslurnar – tað sama eigur at galda fyri landið. Eg vóni, at komandi samgonga torir at raðfesta øðrvísi.
Sum Margaret Thatcher segði: "The problem with socialism is that you eventually run out of other people's money."
Latið okkum tryggja, at vit eisini hava fólk til tað praktiska arbeiðið, sum ber samfelagið uppi.
Gott val!
Vinaliga, Einar M. Hammer
Formaður í FFU
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



