Hagstovan: Innflutt varð fyri góðar 11,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá apríl 2025 til mars 2026. Tað eru knappar 1,4 milliardir krónur, ella 13,7 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin meira enn 353 milliónir krónur, ella 15,7 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 253,5 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



