Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Á stóra innsavningartiltakinum tann 7. juni verður súkklað fyri bæði hjálparfelagsskapin Títt Rúm og ungdómin í B36

Petur Knudsen verður ikki tøkur til HM undankappingardystin ímóti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli mánakvøldið. Í staðin hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Jóani Símun Edmundsson, sum spælir fyri KA Akureyri í Íslandi

Tað var ein stoltur, men eisini eitt sindur nervøsur Poul Kallsberg, ið hóskvøldið trein á vøllin á risastóra Dinamo Arena í Tbilisi í Georgia

Føroyar taptu 1-0 fyri Georgia á Dinamo Arena í Tbilisi hóskvøldið. Einsamalla málið í dystinum skoraði Luka Lochoshvili tá níggju minuttir vóru spældir

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava blandað kortini av nýggjum undan venjingardystinum móti Georgia. Á miðvøllinum fær Poul Kallsberg møguleikan og fær harvið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum

Venjarin hjá manslandsliðnum, Eyðun Klakstein gleðir seg til venjingardystin móti Georgia, og sigur, at allarhelst fara onkrir av teimum yngru at fáa møguleikan, umframt at royna ymiskt taktiskt

- Veðurgudarnir vóru væl við, tá innleiðandi kappingarnar vóru hósdagin og fríggjadagin

Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Pætur Smith Clementsen um at gerast venjari hjá kvinnulandsliðnum burturav

Tað endaði 2-1 til Slovakia á Tórsvølli týskvøldið. Føroyska málið skoraði Ásla Johannesen, tá hon í 35. minutti javnaði til 1-1

Seint mánakvøldið kom A-landsliðið við monnum til Tblisi í Georgia. Ferðin gekk væl, umstøðurnar umborð á flogførunum vóru góðar, og í hópinum er sera gott lag á monnum

Um vikuskiftið var kappast um FM-heitið fyri pør í bridge. Kappingin gjørdist óvanliga spennandi

Nú er greitt, at evnaríki bakspælarin, Dánjal Ragnarsson, komandi árini aftur fer at spæla við barndómsfelagnum, Neistanum

Komandi vikuskifti spælir A-landsliðið hjá kvinnum tveir dystir á heimavølli. Dystirnir vera leiktir í høllini inni í Dal á Sandi

Í morgin 3. juni er altjóða súkkludagur. ST hevur valt at halda dagin fyri súkkluni, sum er eitt einfalt, skjótt og umhvørvisvinarligt akfar

Helgi Winther Olsen vann fimta og seinasta teinin av Leif Mohr Kring Føroyar. Tað bleiv til tríggjar sigrar, tá hann vann 1. etapu, 2. etapu, og nú 5. etapu, og Helgi gjørdist tí samlaður vinnari kappingini

Samuel Chukwudi og René Shaki Joensen hava givið avboð til landsdystirnar ímóti Georgia og Gibraltar. Í staðin eru Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson boðsendir

Vegna Tórshavn Marathon í dag eru eisini fleiri vegir í Havn stongdir

Fyrsti FM róðurin í ár hevur verið, nú tey halda Norðoyastevnu í Klaksvík

Tilsaman 24 pør eru við í Bridge FM sum er hetta vikuskiftið

Í dag gongur leiðin millum annað niðan á Sornfelli

Við 1-1 javnleikinum á útivølli ímóti Moldova hevur føroyska kvinnulandsliðið tryggjað sær 2. plássið í bólkinum, og samstundis hava tær fingið met nógv stig í einari UEFA kapping

Føroyska A-landsliðið í flogbólti við kvinnum megnaði í dag at vinna annað sett á vertunum úr Lettlandi í fyrsta dystinum í Silvurliguni.

Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin inni í Dal á Sandi gongur væl

Pætur Smith Clementsen, A-landsliðvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Moldova

- Vikuskiftið 6. – 8. juni verður Nordic Open fyri U17-landslið hjá monnum á fyrsta sinni. Kappingin verður leikt fríggjadagin í Runavík og leygar- og sunnudagin Við Tjarnir

Sunnudagin 1. juni fyllist høvuðstaður okkara við føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon, 10 ella 5,5km. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon

- Í gjárkvøldið bleiv annar av fimm teinum súkklaður. Í fyrrakvøldið endaðu súkklararnir í Klaksvík, og í gjár bleiv byrjað í Klaksvík

Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin ímóti Moldova, sum verður á Zimbru Stadion í Chisinau í morgin, fríggjadagin klokkan 18:00. Dysturin verður stroymdur á KvF.fo

 

Í dag er annar dagur í súkklukappingini Leif Mohr Kring Føroyar og kappast verður í Norðoyggjum, í gjár varð koyrt í úr Eysturoynni og til Klaksvíkar

Tá klokkan vísti 1 tími og 52 minuttir og 40 sekund koyrdi Helgi einsamallur um málstrikuna

- 69 ára gamli Mads Andreas Simonsen hevur runnið fleiri maraton enn tey flestu. 1. juni rennur hann maraton nummar 50. Renningin gevur vælveru og orku, sigur hann

- Fyrstu landsdystirnir í Silvurliguni verða longu í Letlandi um vikuskiftið og okkara kvinnur spæla fríggjadagin kl: 17:00. Okkara menn spæla sín fyrsta Silver League dyst í Íslandi 13/06 kl 18:00

Tað er í dag at stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2025, fer av bakkastokki

NSÍ, KÍ og HB gjørdu sína skyldu sum oddalið, tá tey um vikuskiftið vunnu tryggar sigrar í tíggjunda umfari í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum

Leygardagin 24. mai var FM í amboðum og all round í Fimi í Havn. Føroyameistarar vórðu funnir í øllum amboðum og all round

Hóskvøldið 29. mai skipar FSF fyri impulsskeiði við fyrrverandi málmansvenjaranum hjá Liverpool, John Achterberg

Mánadagin 26. mai klokkan 10 fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngerða hóparnar til landsliðsuppgávurnar hjá manslandsliðnum og U21, sum eru á skránni fyrst í juni mánað

Í næstum fer UEFA at seta sjóneykuna á fótbóltsumhvørvið hjá teimum, ið bera brek. FSF er við í kanningini, og aftaná verða føroysku svarini grundarlag fyri arbeiðinum at betra um umstøðurnar her heima

Leygardagin 17. mai gjøgnumførdi Andrass Joensen fyri 10. ferð eitt Ironman

- Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald

Orsaka av skúlagongd og próvtøkum hava Petra Hoydal og Rakul Sørensen givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia. Í teirra stað koma Brá Zakariasardóttir og Malena Olsen

Norrøna fer til Oslo í januar næsta ár, tá EM-endaspælið í manshondbólti verður har, og Føroyar eru við. Norrøna fer av Havnini fyrrapartin 14. januar, skrivar KVF

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, rópt Nordic Open

Tað verður annaðhvørt Holland ella Noreg, sum í ár verður evropameistari fyri U17 landslið við gentum. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 18:00

Í ár eru 20 ár liðin, síðani føroyskur fimleikur fór undir eina nýggja ítróttargrein, tá valt var at fara frá danska grand prix fimleikinum og fara til altjóða AGG fimleikin í staðin; tað, sum vit her heima kalla estetiskan fimleik

Eftir tvær spennandi hálvfinalur er nú greitt, at tað vera Holland og Noreg, ið skulu spæla EM finaluna fyri U17 landslið við gentum. Finalan verður Tórsvølli leygardagin klokkan 18

- Um títt høvuðsmál er góð heilsa, jamen gevst so í venjingarhøllini. Far so út og rør teg, um tað so er at renna, ella urtagarðsrøkt ella hvat tað er

Áðrenn dystin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið varð Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað sum besti í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað

– Uppskotini eru frá børnum, ungum og vaksnum, og tey eru serstakliga fjølbroytt. Uppgávan hjá dómsnevndini verður trupul, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari

Um vikuskiftið var onnur Safari uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í seks ymiskum flokkum

# #