Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Póllandi klokkan 19:45

Í kvøld klokkan 19:45 spæla Føroyar og Pólland EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Fýra ferðir áður hava vit møtt Póllandi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti

U17/U18 landsliðini fyri gentir og dreingir í flogbólti eru úttikið. Landsliðini skulu til kapping í døgunum 16. - 18. oktober

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini

Í harðari kapping við Sølva Vatnhamar og Bartal Wardum, bleiv Martin Klein Joensen úr Víkingi valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í september mánað

Leygardagin vórðu fýra steypafinalur í yngru deildunum spældar á Tórsvølli. Víkingur vann Dreingir U13, FC Hoyvík vann Gentur U13, meðan HB vann Dreingir U15 og Dreingir U17

Í dag byrjar landskappingin í talvi

Við tryggum 3-0 sigri á B36, vann Skála steypafinaluna hjá U16 gentum. Sara Benjaminsen, ið gjørdi tvey, og Bjørk Mariusardóttir skoraðu málini

Teitur Annand venur hvønn dag tvær til tríggjar ferðir, hóast hann eisini gongur í skúla, skrivar KVF

Jákup B. Andreasen fegnaðist um frálíka avrikið í javnleikinum ímóti Lille, men leggur áherðslu á, at arbeiði ikki er liðugt. - Vit ætla okkum víðari, segði KÍ-liðskiparin eftir dystin við KVF

Í dystinum í kvøld millum KÍ og Lille í UEFA Conference League vísti KÍ aftur styrki og fekk javnleik móti liði sum var nógv sterkari á pappírinum

Dysturin er í kvøld á Tórsvølli og byrjar kl. 17.45, og sambært skrá á Bolt.dk, verður hann vístur á TV2 Sport X

Ársins steypafinalur í yngru deildunum, og steypafinalan hjá kvinnum vera á Tórsvølli komandi vikuskifti

Tað gekk sum eftir ánni hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania. Føroyska liðið vann allar tríggjar dystirnar, við samlaða málmuninum 13-1

Parasport Føroyar hevur sett sær sum mál, at ”øll skulu hava møguleika at íðka og mennast í felagsskapinum”

 

Tað er stórur áhugi fyri at spæla við KÍ - bæði uttan úr heimi og í Føroyum - sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, sum fegnaðist, eftir at triðja FM-heitið varð staðfest (Mynd: KVF)

Í vikuskiftinum hevur verið sera nógvur aktivitetur í fimleikasambandinum. Millum annað eru tveir nýggir landsliðsvenjarar settir

Mánadagin 2. oktober klokkan 10 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF húsinum, í samband við úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum, sum skulu í eldin aftur um smáar tvær vikur

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnukvøldið

- Tað gekk stutt sagt av skriðuni hjá føroysku kvinnunum

Øssur Hansen hevur úttikið 20 spælarar til venjingarkapping í Spania, har føroyska liðið skal royna seg ímóti Portugal og Írlandi. Kappingin er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia í novembur

Føroyska dartlandsliðið spældi í morgun fyrstu dystirnar í HM-kappingini sum er í Esbjerg

Leygarkvøldið lendu A-kvinnur á Kýpros, har tær síðani hava fyrireikað seg til komandi dystin í Nations League, sum verður móti Kýpros týsdagin kl. 17.00 føroyska tíð

Hóast talan gjørdist um tvey tap í Pinatar Cup 2023, so er venjarin nøgdur við avrikið hjá okkara spælarunum, ið fingu seg royndar móti sterkari mótstøðu í nógvum hita

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Esbjerg, har HM í dart verður hildið hesa vikuna

Fleyr byrjaði flogbóltsárið við at vinna bæði stórsteypadystin fyri kvinnur og fyri menn

Endaliga úrslitið í dystinum millum Slovan Bratislava og KÍ gjørdist 2-1 til heimaliðið

Flogbóltsárið verður servað í gongd sunnudagin, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn

Leygardagin 16. september vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um fyrstu kappingina í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki hjá bæði børnum/ ungum og vaksnum leikarum hetta kappingarárið

Eisini eru myndir frá kappingini sum var í Miðvági

Heili 29 Skjúttar skutu við í kappingini, og tað er met í føroyskari leirdúgvuskjóting, sum hevur 43 ár á baki

Við nærum fullum stigatali, varð Adrian Justinussen úr HB valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað

Føroyar eru væl umboðaðar við fimm lyftarum frá Burn Athletics; tað eru bæði menn og kvinnur, ið lyfta fyri Føroyar

Fríggjakvøldið verður fyrsta fótbóltsuppgerðin úr Betri Deild at síggja á Skarv, føroyska spæli- og skeinkistaðnum í Keypmannahavn

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Albania frá 25. september til 3. sktober

Ein ósemja millum Helga Dam Ziska og Talvsamband Føroya ber í sær, at føroyski stórmeistarin nú gevst á føroyska talvlandsliðnum

Seinasta umfarið í DM seriuni í draft triathlon var hildið um vikuskiftið

Hetta er fyrstu ferð, at Brekkusúkkling hevur verið í Føroyum

Tað kom bert eitt mál í dystinum á Tórsvølli millum Føroyar og Moldova, og málið fekk Moldova

Håkan Ericson hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Moldova, samanborið við 2-0 tapið fyri Póllandi fyrr í vikuni

Fyri fjórðu ferð, skal A-landsliðið við monnum spæla undankappingardyst móti Moldova. Higartil hava Føroyar vunnið ein, og tveir eru endaðir við javnleiki

Fyri løtu síðan róði Sverri Sandberg Nielsen hálvfinalu í HM, har hann tryggjaði sær pláss í sjálvari HM finaluni og OL luttøku, skrivar KVF

Føroyska landsliðið stóð seg framúr væl í fyrra hálvleiki móti Póllandi, men í seinna hálvleiki fekk Pólland tvey mál, sum gjørdist úrslitið

Við trimum málum frá Jørgeni Nielsen eydnaðist tað føroyska U21-landsliðnum at vinna 3-2 á útivølli móti Hvítarusslandi

Kríggið í Ukraina er orsøkin til, at U21-landsdysturin í dag millum Belarus, ella Hvítarussland, sum tað eisini verður nevnt, og Føroyar verður spældur í Armenia

Fróði Benjaminsen hevur úttikin hópin, ið skal taka lut á Pinatar Cup 2023, sum verður í Spania frá 17. til 22. september

Skuld frá einum av høvuðsstuðlunum hjá B68 bleiv í summar brúkt til at trýsta nevndina í fótbóltsfelagnum. Úrslitið var, at formaðurin og nærum øll nevndin legði frá sær, skrivar KVF

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur verður 4. oktober

StÍF hevur gjørt sáttmála við danska leikaran Mikkel Søndergaard

Í sambandi við FM-triathlonkapping, sum verður sunnudagin 3. september, verða ferðsluljósini við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg sløkt frá kl. 12.15 til 13.15

# #