Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Í morgin verða finalurnar í Bónus steypakappingini í flogbólti spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi, og bæði hjá monnum og kvinnum verða finalurnar ein uppgerð ímillum Fleyr og Mjølnir

Fríggjadagin á middegi endar sølan av landsliðspakkanum. Samstundis verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan heimadyst, sum er á skránni í 2025

Fyri at tryggja framhaldandi menning av føroyskum hondbólti, bæði fyri breidd og úrval, hevur HSF sett bæði fulltíðar kropsligan- og mentalan venjara í starv

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða 18. og 19. juni

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini í dag

KÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 17-25, 22-25)

VÍF hevur sett nýggjan venjara í starv. Talan er um Thomas Brønd, sum verður høvuðsvenjari hjá mansliðnum komandi kappingarár. Umframt mansliðið, skal hann venja dreingjaliðini U18, U16 og U14

Seinnapartin í dag fall avgerðin, at tað verða havnarliðini bæði, Hamar og Sporðdrekin, sum skulu spæla FM finalurnar í kurvabólti í ár

Bónuskappingin - hálvfinala, kvinnur: Fleyr – SÍ 3-2 (22-25, 25-22, 25-20, 24-26, 15-7)

27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi

-Tá eg tosaði við Høgna áðrenn FM kappingin byrjaði segði hann, at hann fór eftir øllum telvarunum í kappingini

Hósdagin 5. juni skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá Georgia tekur ímóti í venjingardysti á Dinamo Arena í Tblisi

- Í dag verður seinasta umfar í ársins FM kapping fyri einstaklingar telvað í Skúlatrøð í Klaksvík

Leygardagin verða hálvfinalurnar í Bónuskappingini spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi. Lagt verður fyri kl. 13 og helmað verður ikki í, fyri enn fjórði og seinasti dysturin er liður um níggjutíðina leygarkvøldið

- Hóast Høgni hevur eina ótrúðliga 100 prosents skorðu, nú einans eitt umfar restar í, so er hann ikki sloppin leysur av Luitjen.

Størsti KÍ sigur á HB síðan 24.05.1970, tá KÍ eisini vann 4-0 á HB í Klaksvík

- Í dag rak Hans Kristian út í eitt Egilstoft ódnarveður, sum hann onki fekk gjørt við

Við málleysum javnleiki móti Luksemborg og 2-1 sigri á meltasisku vertunum, gjørdust Føroyar nummar 2 í bólkinum, aftan fyri Bulgaria, í EM undankappingini, sum farnu dagarnar hevur verið á Malta

- Aftur í dag vann Høgni eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Elias, sum hevur fjórðhægsta styrkistalið í kappingini

Frá 4. til 17. mai vera Føroyar vertir fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, og til tiltakið er brúk fyri nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi

Farna vikuskifti vóru fleiri landsliðsleikarar í badminton til kapping í Danmark, har tey luttóku í Meistararekkjuni og A rekkjuni

Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennisfelagnum Tór í Havn hevur um vikuskiftið verið í Danmark og luttikið í Kids Masters, har 48 teir fremstu leikararnir í U13-árganginum kappaðust í Hald Ege Idrætscenter tætt við Viborg

SÍ og Mjølnir hava longu tryggja sær pláss í hálvfinalunum í Bónuskappingini. Men spælt varð kortini, sum um alt stóð upp á spæ

Bónuskappingin, kvinnur, bólkur 2: TB – KÍF 1-3 (23-25, 17-25, 25-23, 16-25)

Tað fyrsta markanta úrslitið í ársins FM kapping kom longu í 1. umfari

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, hevur úttikið tær 20, ið skulu umboða Føroyar í EM endaspælinum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai

Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ varð leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mars mánað

Klokkan tvey í dag vórðu fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi 2025

Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu 9 árini, Føroya Banki, hava í fyrradagin undirskrivað og longt sponsorsamstarvið fyri komandi tvey árini

Nýklaktu føroyameistararnir úr Klaksvík taptu í gjárkvøldið fyri ÍF í fimmsettara í Bónus steypakappingini, men eru kortini vísir í at koma í hálvfinaluna

Í dag – 10. apríl 2025 – eru 45 ár liðin síðan Parasport Føroyar, sum tá varð stovnað undir navninum ÍSB, sá dagsins ljós

KÍF vann í gjárkvøldið 3-2 á SÍ í Bónus steypakappingini, men enn er plássið hjá KÍF í hálvfinaluni ikki vist, tí tað kann TB framvegis taka

Nú er greitt, hvørji lið hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Dystirnir verða spældir 2. páskadag, mánadagin 21. apríl

Kvinnulandsliðið í hondbólti gjørdi bart í fyrsta kvinnulandsdystinum við Tjarnir og vann við heili 10 málum ímóti Litava (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Hvussu heldur tú, at ein maskottur á oyggjaleikum sær út? Betri Oyggjaleikir skulu hava ein maskott, og vit bjóða øllum at vera við í teknikappingini

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og talið av luttakarum er eisini tað hægsta nakrantíð til hesar kappingarnar

Føroyska kvinnulandsliðið vísti onga náði, og sendi Gibraltar av Tórsvølli við einum knúsandi 5-0 tapi. Eyðvør Klakstein, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, ið skoraði tvær ferðir, stóðu fyri føroysku málunum

Tað gekk sum eftir ánni hjá U19 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Moldova. Føroyar vunnu bólkin við 7 stigum og málmuninum 11-2

Kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin 8. apríl klokkan 17:00. Áðrenn síðstu venjingina fekk FSF Varpið orðið á Duritu Hummeland

Í farnu viku vóru nevndarlimir úr EPC (Europeisku Paralympisku nevndini) á vitjan í Føroyum, og hildu kvartárliga nevndarfund sín

Sum nakað nýtt í ár eru allir 7. flokkar í landinum bjóðaðir til Skúlaleikir í Gundadali tann 11. apríl. Knapt 600 næmingar fara at luttaka

Bónus-kappingin, kvinnur: SÍ – TB 3-1 (25-13, 17-25, 25-18, 25-18)

Malena Olsen verður ikki tøk til dystin ímóti Gibraltar týsdagin. Í staðin hevur venjarin, Pætur Smith Clementsen sent boð eftir Mariu Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ

Bónuskappingin, menn: Fleyr – SÍ 0-3 (24-26, 22-25, 14-25)

Farna vikuskiftið vóru umboð fyri badmintonsambandið, BSF, á árligu ráðstevnuni og aðalfundinum hjá Badminton Europe

Við málum frá Duritu Hummeland og Heidi Sevdal vann føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið 2-0 á Moldova. Føroyar eru nú nummar 2 í bólkinum við seks stigum

Fótbóltssambandið hevur gjørt av at senda kæruna hjá EB/Streymi um tilburðin í dystinum móti KÍ sunnudagin til Aganevndina at taka støðu til, skrivar KVF

- Umleið eitt av tíggju ungfólkum, sum eru virkin í ítrótti, siga frá, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi ella harðsskapi síðsta árið

Liðskiparin hevur góðar vónir til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera í morgin, fríggjadagin, og týsdagin

Kvinnulandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum verða á Tórsvølli fíggjadagin 4. apríl og týsdagin 8. apríl

# #