Mojtaba Khamenei er nýggi ovasti leiðarin í Iran.
Mojtaba Khamenei er nýggi ovasti leiðarin í Iran.
Nógv hernaðarlig- og sivil mál eru rakt síðani álopini hjá USA og Ísrael byrjaðu, men Iran noktar framvegis at geva seg yvir og berjist víðari.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur bæði sagt, at kríggið er um at vera liðugt men eisini, at tað kann taka fleiri vikur afturat.
Iran ræður framvegis yvir kjarnorku útgerðini sum er neyðug fyri at byggja bumbur. Samstundis eru amerikanskar herstøðir raktar, og Hormuzstrætið er í veruleikanum stongt, sum aftur hevur stórar avleiðingar fyri oljuprísin.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, heldur fast í, at kríggið skal gera enda á evnunum hjá Iran at byggja kjarnorkuvápn.
Iran hevur higartil noktað fyri at koma til samráðingarborðið og krevur at øll tiltøki ímóti landinum, bæði búskaparlig og hernaðarlig, steðgað alt fyri eitt.
Iranska valdstýrið er nógv viknað og búskapurin er í sori, men fyribils hevur einaræðisstýrið yvirlivað álopini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



