Bretsk húsarhald rinda ein høgan orkuprís av krígnum hjá USA og Ísrael móti Iran.
Og tað kann gerast verri.
Sambært útrokningum skal eitt miðal bretskt húsarhald gjalda 16.054 krónur fyri orku næsta árið, við byrjan frá 1. juli.
Greinarar ávara um, at bretsku orkurokningarnar kunnu hækka enn meira, um Hormuzsundið ikki verður latið upp aftur skjótt.
Olju- og gassprísirnir eru farnir nógv upp orsakað av, at strategiskt týðandi sundið er stongt, og prísurin á jarðgassi er nú umleið 45 prosent hægri enn undan krígnum, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



