Iran hevur ikki biðið USA um at taka samráðingarnar uppaftur.
Tað sigur talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmaeil Baghaei, við iranska almenna sjónvarpið sambært Reuters.
Fyrr fríggjadagin skrivaði Donald Trump á Truth Social, at Iran hevði biðið USA um at taka "samráðingarnar" uppaftur millum partarnar.
Sambært talsmanninum hjá Iran hevur Iran tó tikið undir við vitjan frá katarska meklaranum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



