Trygdarfólk tømdu skaðastovurnar við byrsu og avrættaðu sjúklingar á intensivari deild, sigur iranskur lækni.
– Sjálvur sá eg, at tey tóku sjúklingar frá respiratorinum, til dømis á intensivu deild, soleiðis at viðkomandi skuldi doyggja av sær sjálvum.
Hetta sambært einum iranskum lækna Nettavisen hevur verið í sambandi við.
Hann lýsir senur frá iranskum sjúkrahúsum, sum minna meira um krígsøki enn heilsustovnar. Sambært læknanum vórðu sjúkrahúsini skjótt yvirtikin av fregnartænastum og trygdarfólkum, tá mótmælini øktust.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



