- Ísland fer ikki at lata ræðið á fiskivinnuni frá sær í eini møguligari avtalu um ES-limaskap.
Tað sigur íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, við Financial Times.
Fiskivinnan stendur fyri nærum 40 prosentum av íslendska útflutningsvirðinum.
Útsøgnin kemur stutt undan fólkaatkvøðuni 29. august, tá íslendingar skulu taka støðu til, um samráðingarnar um ES-limaskap skulu takast uppaftur.
Málið er eisini áhugavert úr føroyskum sjónarhorni, tí ein íslendsk serloysn fyri fiskivinnuna kann vísa, hvussu langt ES er sinnað at ganga mótvegis smáum fiskivinnutjóðum í Norðuratlantshavi sum vilja hava ES limaskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



