Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.
Talan er ikki um eina endaliga atkvøðu um limaskap. Verður meiriluti fyri, verða samráðingarnar tiknar uppaftur, og ein møgulig avtala skal seinni leggjast fyri fólkið.
Stríðið er sera javnt. Kanningar hava seinastu dagarnar víst skiftandi, teprar meirilutar til báðar síður.
Fiskivinnan er aftur eitt høvuðsmál. Mótstøðufólk óttast, at Ísland missir ræði á fiskatilfeinginum, meðan ja-síðan vísir á møguleikar fyri størri búskaparligum og politiskum tryggleika. Fiskur stendur fyri umleið 40 prosentum av íslendska útflutninginum.
Ísland søkti um limaskap í 2009, men samráðingarnar steðgaðu í 2013, og umsóknin varð tikin aftur í 2015.
Ísland er longu partur av evropeiska innara marknaðinum og Schengen-samstarvinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



