Fíggjarmálaráðharrin í Ísrael, Bezalel Smotrich, hevur lagt eina ‘virksemisætlan’ fyri Donald Trump.
Talan er eftir øllum at døma um eina ætlan, sum leggur upp til, hvussu Ísrael og USA kunnu "býta" Gazageiran sínámillum eftir kríggið.
- Eg eri farin undir samráðingar við amerikanarar, og eg sigi hetta uttan at skemta, tí eg krevji tað eisini. Stríðið hevur kostað okkum nógvar pengar, so vit mugu finna útav, hvussu vit seinni fara at deila prosentpartin av marknaðarføringini í Gasa, segði høgravendi ráðharrin mikudagin á ráðstevnu í Tel Aviv, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



