Vitni siga við tíðindastovuna AFP, at tað hava verið harðar bumbuspreingingar í Gasa Býi í nátt, og at fleiri heim eru javnað við jørðina. Talið av deyðum veksur og CNN skrivar, at 38 fólk eru deyð.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at eldur er í býnum, og at Ísrael ikki fer at lætta um trýstið.
- IDF (ísraelski herurin) bumbar yvirgangsinfrakervið við jarnhond, og IDF-hermenn stríðast djarvt fyri at sleppa gíslum leysum og fyri at knúsa Hamas, sigur Katz sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



