SF: Týski poppbólkurin er til reiðar at geva fólki eina stóra uppliving á Summar Festivalinum í kvøld.
Teir hava heimskendar sangir og remix, teir eru framúr á palli, og teir duga serstakliga væl at fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir.
Mikukvøldið spældu teir á stóra Smukfest í Danmark, og um vikuskiftið framføra teir í Finnlandi. Men hóskvøldið eru teir á Vágsbø og ætla at geva áhoyrarunum eina stóra uppliving.
– Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið høvið at koma til Føroya at spæla, og vit ætla okkum at skapa eitt stórt show á Summar Festivalinum í kvøld, siga teir í ItaloBrothers.
Teir spæla sonevndan Dance-tónleik. Tað er lívligur, fangandi, elektroniskur popptónleikur. Stóru hittini hjá ItaloBrothers eru eitt nú “Stamp On The Ground”, “My Life Is a Party” og “Summer Air”,
– Vit hava nógvar kendar sangir, góðan tónleik, og fólk fara at fáa høvi til bæði at dansa og syngja við.
ItaloBrothers spæla á Vágsbø hóskvøldið klokkan 01.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



