Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison
Onnur tíðindi

- Stop the Grind ger skeivar útrokningar og niðurstøður, tá felagsskapurin sigur, at 55 grindahvalir um árið eru nóg mikið til at nøkta føroysku nýtsluna. Tað sigur granskarin Elsa F. Helmsdal við VP.

Í frágreiðingini The Case Against the Grind verður hennara gransking brúkt sum grundarlag undir páhaldinum um, at føroyingar drepa umleið 15 ferðir fleiri grindahvalir enn neyðugt.

– Tey venda og draga tað til sín fyrimun og gera ivasamar niðurstøður, sigur Elsa F. Helmsdal, sum VP hevur biðið gera eina viðmerking til seinasta átakið hjá felagsskapinum.

Hon tekur tó fyrivarni fyri, at hon ikki hevur havt stundir at seta seg gjølla inn í allar útrokningarnar í frágreiðingini hjá felagsskapinum.

Ein av høvuðstrupulleikunum er, at Stop the Grind roknar tvøst og spik saman út frá vektini á einum hvali. Kanningin hjá Elsu F. Helmsdal snýr seg hinvegin bert um tvøst.

– Vit hava ikki roynt at rokna út, hvussu nógv spik føroyingar eta. Vit hava bert hugt at tvøsti og mett um nýtsluna út frá svarunum í okkara spurnakanning, sigur Elsa F. Helmsdal.

Eisini er ein hagfrøðiligur munur á tølunum, sum Stop the Grind samanber. Felagsskapurin sigur, at nýtslan er minkað úr 4,4 kilo fyri hvønn íbúgva í 1982 niður í eitt kilo í 2024.

Men í doktararitgerðini hjá Elsu F. Helmsdal er talið fyri 1982 eitt miðaltal fyri vaksin, meðan nýggja metingin er ein medianur væl undir einum kilo.

Medianurin er mittasta virðið, tá nýtslan verður raðað eftir stødd. Hann kann ikki uttan víðari brúkast sum miðaltal og faldast við fólkatali fyri at finna samlaðu nýtsluna.

Elsa F. Helmsdal vísir á, at í Føroyum verður grind mátað í skinnum. Eitt skinn svarar til umleið 38 kilo av tvøsti og 34 kilo av spiki.

Sambært hennara ritgerð var samlaða veiðan í tíðarskeiðinum 2020–2025, sum Stop the Grind vísir til, 28.578 skinn. Tað svarar til umleið 3,3 kilo av tvøsti fyri hvønn íbúgva um árið.

Hetta er tó vátvekt. Tvøst missir vætu og lætnar, tá tað verður kókað ella turkað. Tí er nøgdin av liðugt hagreiddum tvøsti minni.

Elsa F. Helmsdal heldur, at nakað allarhelst fer til spillis, men undirstrikar, at vit ikki vita hvussu nógv. Matspill er eisini ein almenn avbjóðing, sum ikki er serstøk fyri grind ella Føroyar.

– Hvussu tey fáa tað til, at vit bara nýtast at drepa 55 hvalir um árið fyri at nøkta tørvin, skilji eg so ikki, sigur Elsa F. Helmsdal.

les eisini: Grindaandstøðingar: Føroyingar drepa 15 ferðir fleiri hvalir enn neyðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #