Tann, sum fær sinni í teg, vinnur á tær
- Elizabeth Kenny

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fær sinni í teg, vinnur á tær
- Elizabeth Kenny
Politikkur

Heilsu- og Orkumálaráðið: Løgtingið hevur nú játtað pening til tvey deild høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum. Við játtanini verður møguligt at seta fleiri læknar í høvuðsútbúgvingarstørv í Føroyum innan sergreinar, sum føroyska Sjúkrahúsverkið hevur serligan tørv á.

– Serlæknaætlanin fyri Føroyar frá 2024 vísir greitt, at tørvurin á serlæknum er stórur, og at vit mugu arbeiða miðvíst og langsiktað fyri at tryggja heilsuverkinum neyðugu serfrøðina, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Í januar 2026 varð avtala undirskrivað millum føroyskar og danskar myndugleikar um høvuðsútbúgvingarstørv, har størvini eru býtt millum Landssjúkrahúsið og onnur útbúgvingarsjúkrahús í Danmark. Í sambandi við eykajáttanina nú í vár, er peningur settur av til endamálið, soleiðis at avtalan kann fremjast í verki.

– Vit vita, at tað hevur stóran týdning fyri tilgongdina av læknum, at tey fáa høvi at útbúgva seg í Føroyum. Jú størri part av útbúgvingini, læknar kunnu taka her, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey eisini velja at starvast í Føroyum eftir lokna útbúgving. Hetta er ein íløga í eitt tryggari, sterkari og meira burðardygt sjúkrahúsverk, sigur landsstýriskvinnan.

Játtanin til deild høvuðsútbúgvingarstørv er tí bæði eitt svar upp á staðfesta tørvin í serlæknaætlanini og partur av eini størri heilsupolitiskari ætlan at framtíðartryggja Sjúkrahúsverkið. Málið er at fáa fleiri serlæknar og meira serfrøði í føroyska heilsuverkið, so tænasturnar til borgararnar kunnu mennast og tryggjast í komandi árum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #