Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Javnaðarflokkurin: Bíligari gerandisvørur, hægri barnafrádrátt og meira í lestrarstuðli eru millum uppskotini hjá samgonguni, sum eru til viðgerðar í Løgtinginum í dag. 

Javnaðarflokkurin vil, at Føroyar skulu vera fyri øll. Tí gera vit alt, vit eru ment, fyri at lætta um gerandisdagin. Politisku átøkini gera serliga mun hjá teimum við lágum inntøkum.

Í dag viðgerð løgtingið uppskot, sum ger tað bíligari at keypa eplir, grønmeti og blæur.  Hetta er vørur, sum serliga barnafamiljur hava tørv á, men eisini flest øll onnur fáa ágóðan av, at vit nú taka mvg’ið av nøkrum matvørum.

Barnafamiljur skulu eisini hava fleiri pengar at liva fyri. Tað gera vit við at hækka barnafrádráttin við ávikavist 1500 kr. fyri hvørt barnið tey yngstu, og 1000 kr. fyri børn í skúlaaldri. Tað vil siga, at ein familja við trimum børnum – tvey undir skúlaaldur og eitt yvir – fáa 4.000 krónur aftrat um árið at liva fyri.

Somuleiðis gera vit tað lættari og liviligari fyri lesandi. Tí hækkar samgongan lestrarstuðulin við 1000 kr. um mánaðin, so stuðulin verður á sama stigi sum í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #