Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Politikkur

Javnstøðunevndin: Landsstýrið hevur í hesari vikuni kunngjørt nýggju samansetingina av landsstýrisfólkum. Í sama viðfangi hevur landsstýrið valt at víkja frá síni egnu meginreglu um javna kynsumboðan.

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 22. desembur 2022 stendur, at: “Javnstøða skal tryggjast í samfelagnum”, og at: “Samgongan skal ganga á odda, tá ið hon velur fólk til Landsstýrið og aðrar álitissessir”.

Nú verður kynssamansetingin av landsstýrisfólkum broytt frá fýra kvinnum og fimm monnum til fýra kvinnur og tveir menn. Sostatt verður meginreglan brotin.

Eftir løgtingsvalið í 2022 fegnaðist javnstøðunevndin um, at javnstøða aftur var í landsstýrinum. Hetta var í kjalarvørrinum á sonevnda “mansstýrinum”, ið var ein dyggur smeitur fyri føroyska fólkaræðið. Nýggja landsstýrið umboðaði tí ljósari tíðir.

Hóast tað er gleðiligt, at kvinnuumboðanin í landsstýrinum framhaldandi er sterk, tykist vera neyðugt at minna á, at javnstøða millum kyn snýr seg ikki um at koppa valdsjavnvágina ein ella annan veg. Tvørturímóti er javnstøðan sum meginregla ein spurningur um at bera ábyrgdina av, at øll eru eins væl umboðað, óansæð kyn.

Vit eru øll felags um at tryggja fólkaræðisliga virðið í, at kvinnur og menn hava rætt til eins góðar fortreytir í lívinum. Sum landsins ovasta leiðsla hevur løgmaður evstu ábyrgd og skal sum fyridømi tryggja, at landsstýrið virðir egnar reglur.

Sama, hvør undanførslan hjá løgmanni er, so er hon brot á lyftið um at ganga á odda við javnstøðu, og letur hon upp fyri, at komandi landsstýri ei heldur nýtast at virða javnstøðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo