Nú heldur USA-serfrøðingur, at høgrapopulistar í Evropa fara at vera sera varnir við at seta seg í samband við Donald Trump og hansara høgru hond.
Valkvøldið í Ungarn endaði við einum knúsandi ósigri hjá Viktor Orban.
Hann hevur stýrt Ungarn í 16 ár, men mátti viðganga eitt pínufult valtap.
Peter Magyar vann stórsigur.
Evropeiskir politikarar kalla tað ein sigur fyri fólkaræðið – og ein ósigur fyri Vladimir Putin.
Men tað verður eisini sæð sum ein ósigur hjá Donald Trump, sum er vorðin tætt knýttur at Orban.
So nær, at hann sendi varaforseta sín, J. D. Vance, til Budapest at hjálpa til við valstríðnum hjá Orban.
Síðani rakti JD Vance forbannilsið aftur, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



