Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, spyr nú Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í skúlamálum, hvat bleiv av árliga Holocausetdegnum í føroysku skúlunum.

Ítøkiliga spyr tingmaðurin um altjóða Holocaustdagurin verður hildin í føroyska undirvísingarverkinum 27. januar í ár, og um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta?

Fyrsta novembur 2005 samtykti alheimsfelagsskapurin ST, at 27. januar skuldi verða altjóða minningardag um Holocaust undir seinna heimsbardaga- og onnur fólkadráp. Eisini heitti ST á heimsins lond um at samtykkja hendan dagin sum almennan minningardag. Dagurin 27. januar varð valdur, tí henda dagin náddu fyrstu frælsi herdeildirnar til Auschwitz og fríaðu teir 9.000 fangarnar, sum enn vóru eftir á lívi.

Síðani Føroya Løgting, h. 3. mai 2019, samtykti 27. januar at verða almennan føroyskan minningardag fyri Holocaust og onnur fólkadráp, hevur dagurin verið ein týðandi dagur í føroyska undirvísingarverkinum. Hendan dagin hava skúlar kring landið arbeitt við søguligum, siðbundnum og fólkaligliga týdninginum av Holocaust og øðrum fólkadrápum, og er endamálið m.a. lýst at vera:

  • at styrkja førleikarnar hjá næmingum at skilja, hvussu fordómar, ótolsemi og radikalisering kunnu vaksa fram.

  • at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp.

  • at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi.

  • at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápi.

  • at menna virðing fyri mannarættindum.

- Lítið og einki hevur verið at hoyrt um ársins tiltak, sum annars vanliga er vorðið væl lýst og kunngjørt frammanundan. Tó hoyrist nú millum manna, at onki tiltak er sett á skrá í ár, og at dagurin tí verður av ongum í føroysku skúlunum. Fyri at tryggja opinleika, greiðleika og fakligan tryggleika í undirvísingarverkinum verða hesir fyrispurningar settir, sigur tingmaðurin í sínum spurningi til landsstýrismannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #