Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Vinna

Sigtór A. Petersen, stjóri, og Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari

Sigtór A. Petersen, stjóri, og Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari

Sigtór A. Petersen, stjóri, og Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari

J&K Petersen: Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025.

Ársúrslitið er meira enn tvífaldað, og fyritøkan leggur stóran dent á umhvørvislig og samfelagslig atlit.

Leiðslan í J&K Petersen legði roknskapin fyri 2025 fram á aðalfundinum í dag. Umframt vanliga ársroknskapin, sum vísir 17,6 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, gevur J&K Petersen eisini út sína fyrstu ESG-frágreiðing.

Eginognin hjá samtakinum er í dag 65 milliónir krónur, og eru sostatt bæði úrslitið og eginognin ein váttan uppá solidu støðu felagsins.  

J&K Petersen hevði eitt sera hendingaríkt 2025, har fleiri stórar verkætlanir vórðu lidnar og avhendaðar. - Eiav hesum verkætlanum er nýggi Fámjinstunnilin, sum vit handaðu Landsverki í fjør vár. Tunnilin er enn eitt frambrot í føroyska samferðslukervinum, og vit kunnu øll fegnast um, at Fámjin nú hevur eina trygga og tíðarhóskandi farleið, sigur Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Fyrri parturin av arbeiðinum at betra um eitt nú parkeringsviðurskiftini við Vága Floghavn var avhendaður um ársskiftið. - Saman við Vága Floghavn eru vit við til at betra um framtíðarkarmarnar hjá vinnuni, føroyingum og føroysku ferðavinnuni. Vit eru nú í gongd við seinna partin av hesum stóra planeringsarbeiðinum. Eisini hava vit saman við Floghavnini og HJ Asfalti víðkað um vendipallar og lagt nýtt asfalt á flogbreytina, greiðir Sigtór A. Petersen frá.  

Stjórin í J&K Petersen er errin av, at fyritøkan eisini hevur verið partur av arbeiðinum at gera Messuna, sum er nýggja sjósavnið í Sørvági.  - Serstaki bygningurin verður ein miðdepil fyri søgu og mentan fyri bæði Vágoynna og alt landið. Tað er áhugavert at vera við í slíkum arbeiði, sigur Sigtór A. Petersen.

Stjórin í J&K Petersen vísir á, at vónirnar fyri komandi tíðina eru góðar, tí fleiri spennandi verkætlanir standa í bíleggingarbókini og á ESG-økinum. - Vit ivast ikki í, at vit eisini í komandi tíðum hava eitt trygt og støðugt arbeiðspláss til okkara dugnaliga og fjølbroytta starvsfólkahóp. Harafturat eru vit í holt við fleiri spennandi verkætlanir innan burðardygd, soleiðis at vit støðugt halda fyritøkuni á rættari kós, staðfestir Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Ein ESG-frágreiðing verður ofta nevnd grøni roknskapurin hjá einari fyritøku. Henda fyrsta ESG frágreiðingin hjá J&K Petersen lýsir, hvussu fyritøkan miðvíst og stigvíst leggur alsamt størri dent á nærumhvørvið, har fyritøkan arbeiðir, og umhvørvið sum heild – umframt at J&K Petersen er ein fyritøka, sum vísir samfelagssinni.  

Fyritøkan telist millum elstu entreprenørfyritøkurnar í Føroyum. Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum hevur verið í byggi- og verklagsvinnuni í meira enn hálva øld.  

Umframt Sigtór A. Petersen, stjóra, sita Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari, og Jákup Mørk, fíggjarleiðari, í leiðslubólkinum.

Christian F. Andreasen er nevndaformaður í J&K Petersen. Hini í nevndini eru Klaus Rasmussen, Ragnhild Petersen og Karl Andrias Petersen. Tey fýra tóku øll við afturvali á aðalfundinum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #