- Eg mátti summa meg í eina løtu og eg ráðførdi meg eisini við mín starvsfelaga, Maritu Petersen, áðrenn eg svaraði, tí tað er fyrsta útmeldingin sum hevur stórstan týdning.
Soleiðis sigur fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, í viðtal við dr.dk um dagarnar eftir fólkatingsvalið í 1998, tá hann endaði við at vera tungan á vágskálini og tískil í veruleikanum kundi gera av, hvør skuldi stjórna Danmark eftir valið.
Sperdu viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark júst tá gjørdu, at Jóannes Eidesgaard hevði lovað sínum veljarum, at um hann bleiv valdur, so fór hann at vera leysgangari og ikki av sær sjálvum at stuðla eini javnaðarstjórn.
Danmarks Radio er Føroyum í hesum døgum í samband við fólkatingsvalið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



