Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Politikkur

Jørgen Niclasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, er ikki samdur við Fróða Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum, sum í gjárkvøldið segði í sendingini Tinggáttin, at forskattingin ongantíð skuldi verið komin.

Við Útvarpið á middegi, segði Jørgen Niclasen, millum annað:

- Vit høvdu frammanundan eina kontrakt harí tey á arbeiðsmarknaðinum rindaðu pensjónina hjá teimum eldru.

- So broyttu vit tað, soleiðis at øll skuldu betala sína egnu pensjón og til eldra ættarliðið, tað vil siga tvey ættarlið.

- Um forskattingin ikki var, so hevði tað merkt at vit skuldu goldið enn meira enn tað.

- Og var forskattingin ikki, so lá eldraøkið í sori og tað verður ikki við mær, segði Jørgen Niclasen millum annað við Útvarpið.

- Fólkaflokkurin fer ikki at rulla forskattingina aftur - tað verður nógv sagt í einum valstríði, serliga av nýggjum valevnum.

- Um mann skrúvar 15 ár aftur, hvat hevði tú gjørt tá? Eg tori at siga, at í dag er tað ikki rætt at taka hana av. 

Hoyr útvarpstíðindini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #